Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Støkk havt aðalfund

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.04.2026 - 06:34 Ítrottur Tíðindaskriv

Støkk er framvegis merkt av stórum eldhuga og einum góðum felagsskapi. Við góðum trivnaði og umstøðum fara uttan iva fleiri at leggjast afturat felagnum. Tað eru ótrúliga nógv fólk, sum í frítíðini geva felagnum av sínum førleikum, orku og eldhuga. Hetta er bulurin í Støkk og eitt av teimum eyðkennunum, sum ger felagið so sterkt og til eitt av størstu ítróttarfeløgunum í landinum.

 

Í kvøld var aðalfundur hjá Fimleikafelagnum Støkk. Fyri vali stóðu Dagbjørt Sólheim, Katrin Thomassen og Oddur Mohr Jakobsen. Dagbjørt og Katrin vórðu báðar afturvaldur, meðan Oddur Mohr Jakobsen bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Ingvar Hansen valdur. Oddur játtaði at vera eykalimur. Vit takka Odduri fyri hansara arbeiði í nevndini. Samstundis ynskja vit Ingvar Hansen vælkomnan í nevndina hjá Støkk.

Nevndin skipaði seg soleiðis:

Rannvá Troest, forkvinna
Dagbjørt Sólheim, næstforkvinna
Ingvar Hansen, kassameistari
Mia Rodmundardóttir, skrivari
Katrin Thomassen, ábyrgd fyri bókhaldi
Bodil Hansdóttir Heimustovu, eykalimur
Oddur Mohr Jakobsen, eykalimur

Tað eru nógv tekin um at tað gongur væl í Støkk. Høga limatalið á út við 1200 limir talar fyri seg. Felagið fyllir 60 ár hin 23. novembur 2026, og tað er gleðiligt at kunna staðfesta, at felagið enn einaferð hevur sett met í limatali. Hetta er ein vøkstur á umleið 400 limir seinastu fýra árini.

Vøksturin í limatalinum økir sjálvsagt krøvini til góða fyriskipan, samskipan og rakstur av felagnum. Tí er neyðugt við áhaldandi tillaging og menning av arbeiðsgongdum. Aðalmálið hjá nevndini er, at øll skulu trívast í felagnum, og at tilboðini til limirnar skulu vera góð, fjølbroytt og mennandi. Vit fegnast um, at so nógv hava hug at íðka fimleik og vera partur av Støkk – hvør á sín hátt.

Støkk er framvegis merkt av stórum eldhuga og einum góðum felagsskapi. Við góðum trivnaði og umstøðum fara uttan iva fleiri at leggjast afturat felagnum. Tað eru ótrúliga nógv fólk, sum í frítíðini geva felagnum av sínum førleikum, orku og eldhuga. Hetta er bulurin í Støkk og eitt av teimum eyðkennunum, sum ger felagið so sterkt og til eitt av størstu ítróttarfeløgunum í landinum.

Breiddarfimleikurin er hjartabarnið, og arbeiðið, sum er gjørt á hesum øki seinastu árini hevur havt jaligu ávirkan á alt felagið. Kappingarhópurin styrknar eisini av hesum og trivnaðurin í felagnum blómar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Nógvir kendir og sera spennandi nýggir t…
Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør 
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Lýsing