Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sakaris spælir á Summar Festivalinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2026 - 12:25 Mentan Tíðindi

Kreativi tónleikarin við teimum peppaðu sangunum hevur konsert á Summar Festivalinum í august

 

Hann hevur óvanliga gott tev fyri at seta saman ljóð, løg og orð, og við stórum kreativiteti og musikaliteti skapar Sakaris modernaðan og peppaðan tónleik, sum fær íblástur frá 80'ara pyntipoppi.

Sakaris hevur síðani fyrstu útgávuna í 2012 megnað at skapt eitt heilt egið ljóð og úttrykk, sum bæði kann fevna og strimbra lurtaran.
Í august verður Sakaris aftur at hoyra í toppformi á Summar Festivalinum.

Elektropopparin leggur upp til ordans veitslu, har hann spælir øll hittini. Og á palli verður hann ikki tikin. Hann leverar altíð, tá ið hann hevur framførslur – líkamikið um tað er á Summar Festivalinum, til bingo í pensjónistafelagi ella til trettan ára føðingardag.

Hittini eru eitt nú "Allarbesti", "Aalborg", "Eingin ótti", "Magical Bag of Fun" og "I Put On This Dress Only For You", og saman við bólkinum Byrtu hevur hann gjørt væl umtóktar endurinnspælingar av sangunum "Stjønuskot" og "Frøknur".

Sakaris er garantur fyri peppaðum glammpoppi. Hann er heilt egin. Ljóðið er púra serstakt. Og sangirnir ótrúliga fangandi.

Sakaris spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar 6. til 8. august. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing