Konsertrøð við sello og klaver
Føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes fara kring Føroya at spæla spennandi og vakran tónleik fyri sello og klaver
Skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd bæði fyri teimum, ið eru nýggj innan klassiskan tónleik og fyri teimum meira garvaðu.
Shostakovich: Sello Sonata í d-mol, op. 40
Schumann: Fantasiestücke, op. 73
Rachmaninoff: Vocalise
Fazil Say: 4 Cities - Sivas & Bodrum
Sello sonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk. Fantasiestücke, Op. 73 eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkendum karakteri. Vocalise eftir Rachmaninoff inniheldur eina ta mest ikonisku og vøkru melodiina í klassiska repertoirinum. Og at enda spæla teir tvey stykkir úr “Four Cities” eftir Fazil Say, sum berur íblástur úr fólka- og jazz tónleiki.
Konsertir:
- Hós 30. apríl kl 19.00 - Salt á Tvøroyri
- Frí 1. mai kl 19.00 - Mentanarhúsið í Fuglafirði
- Ley 2. mai kl 15.00 - Varpið í Klaksvík
- Sun 3. mai kl 15.00 - Hátún í Tórshavn
Konsertin á Tvøroyri er ókeypis. Hinar kosta 150 kr fyri vaksin og 100 kr fyri lesandi og børn/ung.
MH í Fuglafirði: Aksel Remmel, klaver, og Félix Nunes, sello - Mentanarhúsið
Varpið: Konsert við Aksel Remmel og Félix Nunes - Klaver og sello -
Atgongumerki til konsertina í Hátún kunnu bert keypast við dyrnar.