Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skýloftið alla vikuna fer at líkjast nokkso nógv hesum. Líka sum í síðstu viku fer skýlagið at vera høgt við glottum, har sólin fer at síggja niðurímillum. Tá ið hann soleiðis liggur av útsynningi í fleiri dagar, er vanliga meiri enn bert sólglottar norðantil í landinum og í Norðoyggjum, men drúgvar løtur við bláum lofti. Vestanfyri fer ikki at vera líka klárt, og um onkran fjallatind fer skadda at hanga. Tað kann eisini skjótt vera mjørki í støðum vestanfyri. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.04.2026 - 18:20 Tíðindi Veðrið

Hátrýstveður alla vikuna, sum stendur fyri framman. Eitt hátrýst fer at liggja yvir bretsku oyggjunum, og vestan fyri miðjuna á tí fer hann at lota av útsynningi í móti Føroyum. Vindferðin fyri tað mesta upp í frískt lot, 8 m/s, tó onkra løtu upp í frískan vind – t.e. 10 m/s.

Einki brúgvalag við regni sæst ætla sær hendaveg fyrr enn seinnapartin fríggjadagin. Men okkurt hissini ælið kann tó vera í støðum.

Luftin, sum fer at reka í móti okkum, er nokkso lýggj. Hon kemur úr Norðurevropa, og har er nokkso lýtt – meiri enn 15 stig um miðjan dag. Hon kølnar nøkur stig á vegnum norður til okkara, men tað fer at vera heilt hampuliga lýtt alla vikuna.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánadagin:

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað, í støðum vestanfyri kanska mjørki, tó út á dagin onkur sólglotti og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 10 stig.

Týsdagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og møguliga okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.

Mikudagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og bert okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.

Hósdagin:

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, smáskýggjað, sól og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 11 stig.

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, men út á dagin verður ælaveður ella regn. Hitin 7 til 11 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið