Upptakt: HB-KÍ
Í dag verður ein dystur, sum kann fara at blíva sera avgerandi.
Hóast vit bara eru í 7. umfari, so eru tey bæði mest vinnandi feløgini undir stórum trýsti til dagsins dyst, tí málið hjá báðum er at vinna FM í 2026. Vinnarin av dystinum verður tó ikki meir frá 1. plássi enn tað, sum kann røkkast uppá tvey umfør, meðan taparin skal brúka heili trý umfør at innheinta oddaliðið NSÍ, um NSÍ vinnur á botnliðnum Skála.
Hjá HB hevur Jákup Thomsen verið skaddur, meðan Ebiye Moses spældi sínar fyrstu minuttir seinast og eisini skoraði. Hjá KÍ eru René S. Joensen og Patrik Johannesen skaddir. Síðani eru ivamál um Oussama Ali og Páll A. Klettskarð, sum ikki vóru í hópinum seinast móti AB.
Dysturin í Gundadali í dag byrjar kl. 17.15. Dómari verður Heini Z. R. Viðoy.