Lýsing
Lýsing
Lýsing

Við abbasoni á Grynna Fossinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  25.04.2026 - 16:11 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Onkuntíð í februar og mars byrjaðu vit báðir, eg og abbasonur mín, 14 ára gamli Birgir Joensen, at tosa um at fara ein túr við tráðu.

 

Men veðrið hevur verið næstan samanhangandi vánaligt, tó hava vit ikki havt tær hørðu ódnirnar.

Men í hesi vikuni batnaði við lít og í gjár valdu vit so at fara.

Tað var tó ikki bara sum at siga tað at fáa motorin á Spógvanum í gongd. Elsa, konan mín var komin í neystið at hjálpa við at draga bátin oman. Hon trýsti á knøttin “oman”, hóast vit hava eina fjarstýring til spælið. Men maðurin er vorðin so gamal, at hann helt tað vera tryggari at sleppa undan at hava fjarstýringina í hondini, í meðan hann togaði Spógvan oman eftir dráttinum,

Hon fekk eisini boð um ikki at rýma úr dráttinum fyrr enn motorurin var farin í gongd.

Eftir at hava hespast við at starta eina løtu, reyk hann í gongd og hann riggaði fínt allan dagin.

Klokkan mundi togast ímóti fýra, áðrenn vit vóru leysir av dráttinum hendan sera fagra og sólríka hósdagin í gjár.

Birgir býr saman við einum beiggja og fýra systrum í úttastu húsunum á Oyri, so tað var upplagt við honum á róðurpinninum, at siglast skuldi tætt fram við ljósabláu húsunum har, tá vit fóru og tá vit komu aftur.

Ná men vit hildu út eftir Víkini og steðgaðu ikki fyrr enn vit komu á “Grynna Fossinum”, sum Otto Joensen nevnir hana í bók síni Søgusmettan. Vanliga er ein ikki opin um ýtir og mið, men tá Otto hevur gjørt tað í bók síni, so kann eg siga, at annað ýtið er fossurin í Gravardali undan Núpinum og hitt Gjógv í Nevið leys frá Mjóvanesi.

Hetta var í veruleikanum fyrsti túrurin hjá Birgeri so langt uttanfyri oyggjarnar, og tað gekk ikki leingið til hann hevði fingið sín fyrsta stóra tosk. Higartil hevði tað mest verið seiðabergsfiskur, hann hevði roynt, so hetta var nakað heilt annað, sum togaði í tráðuna.

Fiskur var á grynnuni, stórur toskur og so nakrar hýsur eisini. Tann stórsti toskurin, sum eg fekk var so rak, at eg valdi at seta hann út aftur. Eg haldi at høvdið á honum var líka so stórt sum mítt. Angri nú at eg ikki hugdi í magan á honum, áðrenn eg setti hann út aftur, men tað góða er, at hann slapp livandi aftur í havið

Hetta bleiv ein stuttur túrur hjá okkum, men vit fingu væl eini 30-40 fiskar, og vit vóru aftur í neystinum klokkan 18. Ein sera fittur tráðutúrur, sóu ein lunda, nógvan havhest og másar, men onga nýsu og onga grind.

Í dag hevur Elsa gjørt 36 stórar frikadellur, sum skulu steikjast í kvøld.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda