Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samgonguskjalið varð undirskrivað tann 9. apríl og nú 47 dagar seinni síggjast fyrstu stóru broytingarnar í fiskivinnuni | Mynd: Jóhann Lützen

Veiðiloyvini verða nú 10 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.05.2026 - 07:03 Politikkur Tíðindi Vinna

Eftir tingfundin í dag vita aktørarnir í fiskivinnuni, at teir hava loyvini fram til í minsta lagi 1. januar 2037

 

Tingfundur er í dag. Skráin er drúgv. Eitt av málinum er Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi. 

Meirilutin í Vinnunevndini skrivar í álitinum m.a at:

Fiskivinnan er ein kapitalintensiv vinna við dýrum aktivum. Umráðandi er, at karmarnir fyri fiskivinnuna eru stabilir, og at gildistíð á loyvum er nóg long til, at reiðaríini kunnu fíggja skip o.a. á besta hátt. 10 ár verður mett at vera eitt hóskandi loyvistíðarskeið.

Eisini inniheldur nýggja uppskotið nýggjar ásetingar um útblaking, frágreiðing fyri Løgtinginum, avhending og heimildir at banna skipum undir fremmandum fløggum um at umskipa í føroyskum havnum og føroyskum sjógvi.

Alt uppskotið kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11511

Tingfundurin byrjar kl. 10

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival