Lýsing
Lýsing
Talvkapping fyri børn á Norðoyastevnu
Mikudagin 27. Maj verður Norðoyastevnu talvkapping fyri børn í skúlaaldri. Kappingin verður í Skákinum, sum er hølið hjá Klaksvíkar Talvfelag
Kl. 16:00 verður kapping fyri børn sum ganga í 1. - 4. flokki. Kappast verður í tveimum bólkum: 1. & 2. flokkur og 3. & 4. flokkur.
Kl. 18:00 verður talvkapping fyri børn sum ganga í 5. flokki og eldri.
Nummar 1, 2 og 3 fáa steyp.
Øll børn eru vælkomin at luttaka
Seinastu tíðindini