Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  25.05.2026 - 13:13 Ítrottur Tíðindi

Í dag klokkan 15:00 spæla okkara bestu mannligu fótbóltsleikarar ein sera týðandi dyst her í Klaksvík ímóti AB, sum vísir seg at vera nógv sterkari enn væntað – tí hava teir brúk fyri at síggja og merkja okkara stuðul við vøllin í dag.

Eitt mikukvøld herfyri var eg sjálvur við Djúpumýru og upplivdi ein fantastiskan dyst frá okkara monnum, tá ið teir faktiskt bukaðu NSÍ av 4-2 í fyrru semifinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Slíkar upplivingar uppliva vit áskoðarar, um vit møta upp við vøllin. Tað var ein fantastisk uppliving at síggja góða KÍ-spælið og samstundis hoyra okkara Bláu Bylgju dystast uttan fyri vøllin við gulu vespurnar, sum royndu at stuðla sínum besta liði.

Í dag er aftur eitt høvi at fáa eina veruliga fótbóltsuppliving saman við bestu monnum okkara, og hana fært tú bara við at møta upp við vøllin. Samstundis vísir tú okkara monnum tann stuðulin, sum kanska skal til fyri at motivera teir at kempa enn meir og vinna sínar dystir!

Høgni Louisson Poulsen og øll hini røsku fólkini í Bláu Bylgjuni gera ein stóran innsats við fløggum, plakatum og herrópum, sum vit eisini sóu og hoyrdu í seinasta heimadystinum ímóti NSÍ.

Fyri útisiglarar og onnur burturstødd í øðrum londum er beinleiðis sjónvarping eitt gott alternativ, men vit, sum eru her heima, eiga ikki at velja sofuna fram um plenuna, men heldur fara til dystin, tí tað er bara har, tú fært tær fullu upplivingina av dystinum, og okkara leikarar fáa samstundis ein dyggari stuðul.

Í løtuni liggur KÍ bara 3 stig frá oddasessinum, so tað skal bara eitt umfar við røttu úrslitunum til, so eru vit aftur fremst í meistaradeildini!

So sløkk nú skermin og kom á plenuna !!!

KOYR Á KÍ !!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina