Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er tikin av Norðoyastevnuframsýningini í fjør | Mynd: Dávur Winther

Norðoyastevnuframsýningin 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.05.2026 - 06:29 Mentan Tíðindi

Nú nærkast til Norðoyastevnuframsýningina 2026 - har vit í ár bjóða øllum vælkomnum til stóra listaframsýning í miðhøllini á Skúlatrøð. Framsýningin hongur uppi frá 29.05-31.05

 

Øll, ið eru limir í Norðoya Listafelagi, eru boðin til undanframsýning fríggjadagin 29.05 frá kl. 16:00-17:00. Tá ber til at síggja og keypa list, áðrenn latið verður upp alment. Ynskir tú at gerast limur, so kann tú senda ein teldupost á nordoyalistafelag@gmail.com. Limagjaldið er 200kr um árið.

Fríggjadagin 29.05 kl. 17:00 verður fernisering, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Signhild V. Johannesen flytur fram røðu, Suð framføra hugnaligir tónar og eisini verður okkurt ábit at fáa. Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Við listakvøðu, Nevndin í Norðoya Listafelag

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…