Lýsing
Lýsing
Tað var yvirhøvur gott veður á hvítusunnu. Hendan myndin, tikin í gjár vestureftir, vísti eitt áhugavert skýloft við spenningum (grómi) ovarlaga (6-8 km) og so nakrar bøklar beint oman fyri fjøllini (lægri enn 1 km). Fjararnir í spenningunum (cirrus uncinus) boygdir uppeftir undan ættini og vóru tekin uppá, at ein hitabrúgv nærkaðist sunnaneftir. Og soleiðis varð. Loftið bleiv gráari út á seinnapartin, og onkurstaðni fór at kennast úr honum. | Mynd: Undirritaði

Veðrið hesa vikuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.05.2026 - 08:05 Tíðindi Veðrið

Í dag og í morgin fara vit at hava tráa vesturætt við frískum vindi, sum minkar so við og við. Skýloftið hampuligt, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum, men við minkandi vindinum fer at grána í erva.

Tað er eitt hátrýst, sum stendur yvir Bretlandi, sum er atvoldin til veðrið. Tað fer at liggja har í dag og í morgin, so fer tað at ganga eystureftir. Eftir tað og restina av vikuni (vikuskiftið við Norðoyastevnu íroknað) fara lágtrýst sunnan fyri Ísland at mynda veðrið í Føroyum.

Ættin fer at liggja millum sunnan og útsynning, og okkurt brúgvalag við regni fer framvið. Hvussu veðrið fer at vera á Norðoyastevnu lata vit liggja til fríggjadagin . . . .  

Veðrið fram til vikuskiftið:  

Í dag og fram til á middegi í morgin:

Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Loftið smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 12 stig.

Mikudagin:

Lítið lot til frískt lot vestan, lækkar hann niður í sunnan, minni enn 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um náttina regn í støðum. Hitin 7 til 12 stig.

Hósdagin:

Lítið lot til frískt lot millum landsynning og útsynning, minni enn 8 m/s, skiftandi skýloft, stundum við regni ella ælaveðri. Hitin 9 til 13 stig.

Fríggjadagin:

Lítið lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 8 m/s, skýggjað ella samdrigið, stundum við regni ella ælaveðri. Hitin 9 til 14 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið