Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bráðtíðindi: Enn ein búðamaður úr C í A

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.04.2026 - 10:00 Politikkur Tíðindi

Jógvan Kallsgarð hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum og inn í Fólkaflokkin. 

 

Av “tilvild” er polterabendið hjá Jógvani sama dag sum floksskiftið, so tit sleppa at ynskja Jógvani vælkomnan í Fólkaflokkin, tá hann masjerar runt í fólkafloksháborgini í Klaksvík í flottum grønum fólkafloksklæðum. Sum búðamaður bjóðar hann tó ongar grøna keks úr egnum lumma í øllum førum.


Spurdur um, hví hann skiftir flokk, sigur Jógvan í stuttari viðmerking, at hann er sera ónøgdur um, at hann ongantíð kom upp á tal til nakran landsstýrissess. Mammubeiggin Aksel er blivin hoyvíkingur burturav, og tí er økisumboðanin hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum ikki eksisterandi longur, heldur hann.


Løgmaður og syskinabarnið Beinir Johannesen frøist um nýggja íslettið og gleðist um, at enn ein búðamaður er komin til fornuft og legst afturat sterka A-toyminum í Klaksvík. Beinir fekk endiliga yvirbevíst Jógvan í morgun kl. 09.30, tá hann setti polterabendið hjá syskinabarninum, sum skal giftast í mai. Av somu orsøk hevur Jógvan tørv á nøkrum makrelkvotum, og tað kann hann ikki fáa, so leingi hann er partur av Javnaðarflokkinum, sigur Beinir avgjørdur. 


Aksel V. Johannesen er sjálvandi sera skuffaður, at nakar akademikari fer úr javnaðarflokkinum og inn í Fólkaflokkin. Samstundis ásannar hann eisini, at sum maður er tað lættari at sleppa framat í Fólkaflokkinum enn í Javnaðarflokkinum. 


Vit fylgja málinum og vænta, at KVF tekur tað upp í tíðindunum kl. 18 í kvøld.


Jógvan er annars sonur Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, varaumboð hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, systirsonur fyrrverandi løgmann og núverandi formann í Javnaðarflokkinum Aksel Vilhelmson Johannesen, syskinabarn núverandi løgmann og formann í fólkaflokkinum Beinir Johannesen og abbasonur fyrrverandi javnaðarmannin og landsstýrismannin sála Vilhelm Johannesen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið