Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framsýningin hjá Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum verður sunnudagin 26. apríl

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  24.04.2026 - 23:11 Mentan

Nú várið av álvara er komið, so er hugaligt at enda kvøldskúlaárið og vísa fram ymiskt av tí, sum er fingið av skafti í vetur. Tað hava luttikið yvir 900 næmingar í Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum í vetur. Uml. 75% eru kvinnur.

Framsýningin plagar at vera ein hugnaligur dagur, har mong fáa eitt gott prát og njóta tað vakra, sum er bæði fyri eygað og oyrað. Eisini er ein Café krókur, sum Valskúlin hevur.

Sýnt verður fram í báðum miðhallunum á Skúlatrøð. Í niðaru miðhøllini er málningalist, sum Archibald Blak hevur undirvíst í. Í ovaru Miðhøllini eru so rest so sum fotomyndir, veving, brodering, glaslist, leir, maskinbinding, binding fyri nýbyrjarar o.a.


Sjálvt um tað mesta endar nú, so eru tó onkur skeið eftir. Td. Er seinasta freist nú at melda seg til prutlkoyrikort, tí miðað verður eftir at náa eitt skeið afturat í hesum skúlaárinum. Eisini verður virksemi í Vevskúlanum í mai og ikki minst verða seks summarskeið á Syðradali í Kalsoynni, sum Paulina Eliasen hevur. So sigast má, at virksemið er nógv og fevnir um næstan alt árið.


Skráin fyri dagin:

kl. 15:00 Framsýningin byrjar
kl. 16:00 Framførslur (violin, guitar, harmonikur, kvinnu- og manskór)
kl. 17:00 Próvhandan
kl. 17:05 Signild Vilhelmsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini, sigur nøkur orð
kl. 19:00 framsýningin endar

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…
Konfirmantar í Christians­kirkjuni dýra b…
Hákun Hansen 35 ára starvsdag hjá Demich
Greiða má fáast á í málinum um Bakkafros…
Stuðul játtaður til tríggjar fótbóltshal…
- KÍ spælir ikki fótbólt
Veðrið í dag og um vikuskiftið
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
- Alt í Norð­oyggjum er spennandi
Flaggdagshald í Vágstúni
- Visit Faroe Islands arbeiðir fyri Føro…
Nýggj kanning: Tær flestu pensjónir­nar e…
Útróðurin í dag
Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum N…
Vága Floghavn 9,4 milliónir í halli
Lands­stýris­maðu­rin hitt starvs­felagar úr…
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…