Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aftur gott veður og stilt, tað er skýggjað, og tað verður nokk tann sami hitin, sum vit høvdu í gjár. Hitin minkar so í morgin. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í dag og um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Símun Háberg  |  24.04.2026 - 11:07 Tíðindi Veðrið

Praktikkanturin á Veðurstovuni, Símun Háberg, hevur sítt boð uppá, hvussu veðrið fer at vera um vikuskiftið.

Hetta er seinasti dagur hansara í starvsvenjing. Hann hevur lagt forsagnir út her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum nakrar ferðir í tvær vikur. Hann hevur eisini roynt annað enn bert at skriva - t.d. vitjað MRCC og Tórshavn Radio í Havn, gjørt  veðurballónir klárar at senda upp og verið við til at gera sjónvarpsendingar, bæði í Klaksvík og í Havn.

Veðrið í dag

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skýggjað ella samdrigið og turt. Seinnapartin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Í kvøld lot til frískt lot norðan, 3 til m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig.

Leygardagin

Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. Um kvøldið lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, skýggjað ella samdrigið og turt. Hitin 2 til 5 stig.

Sunnudagin

Seinnapartin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Um kvøldið lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn, um náttina samdrigið og turt. Hitin 5 til 8 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið