Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrismaðurin hitt starvsfelagar úr grannalondunum

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðið  |  23.04.2026 - 17:04 Myndarøð Tíðindi Vinna

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er í hesum døgum á fiskivinnumessuni Seafood Expo Global í Barcelona

 

Nógvir fiskimálaráðharrar vitja messuna, og er hetta tí eisini eitt gott høvi at hittast á politiskum stigi. Landsstýrismaðurin nýtti í hesum sambandi høvið at hittast við starvsfelagar úr grannalondunum. 

Talan var um fundir við íslendska vinnumálaráðharran, sum eisini varðar av fiskivinnumálum, Hanna Katrín Friðriksson; norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss, og bretska fiskimálaráðharran, Dame Angela Eagle. 

Á fundinum vóru sínámillum mál umrødd, umframt áleikandi strandarlandasamráðingar og avbjóðingar í hesum sambandi. Londini vóru samd í týdninginum av burðardyggari umsiting av fiskastovnunum, og at neyðugt er at finna semjur um ferðandi fiskastovnarnar. Eisini varð víst á týdningin av einum tøttum samstarvi millum grannalond í hesum óstøðugu tíðum. 

Eg eri glaður fyri høvið at hitta mínar starvsfelagar úr grannalondunum og at staðfesta, at vit øll áhaldandi ynskja at raðfesta eitt vælvirkandi sínámillum samstarv, og at arbeiða fram ímóti at fáa semjur fyri ferðandi fiskastovnarnar.”
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður.  
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.

Á myndunum sæst landsstýrismaðurin saman við Marianne Sivertsen Næss, Dame Angela Eagle og Honnu Katrín Friðriksson. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið