Yvir 21 milliónir bilar verið ígjøgnum Norðoyatunnilin
Í 2002 var varisliga mett, at umleið 500 bilar fóru at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, tá hann var liðugur. Talið er í dag 9 ferðir hægri enn tað, og onki bendir á, at talið fer at minka. Tvørturímóti.
Tølini siga, at nakað av ferðslu var gjøgnum Norðoyatunnilin, áðrenn hann læt upp, men í 2006, tá tunnilin læt upp fyri almennari ferðslu, var talið 1.230 bilar um dagin. Her skal gerast vart við, at hann bert var alment opin frá 29. apríl av, t.v.s. at talan er um bert góðar 8 mánaðir tað árið. Í 2007 kom ferðslan upp á 1.816 bilar um døgnið, og konsolideraði seg so á umleið 2.000 bilum pr. dag árini fram til 2014-2015. Men síðani tá er tað gingið skjótt uppeftir.
Í 2015 koyrdu 2.465 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin, meðan seinasta talið, ið er frá 2025, segði 4.465 bilar um døgnið.
Telja vit so saman, so koyrdu 448.884 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin fyrsta árið (ið sum nevnt bert vardi í 8 mánaðir), vaks seg so spakuliga úr 662.828 bilum um døgnið í 2007 til beint undir 900.000 bilar í 2015. Og síðani kemur ferð á. Í 2025 koyrdu 1.629.772 bilar ígjøgnum.
Bert einaferð er tað komið fyri, at ferðslan hevur verið minni enn árið fyri. Tað var Corona-árið 2020, tá 3.510 bilar koyrdu ígjøgnum um døgnið í mun til 3.585 um døgnið í 2019, og sama árið var samlaða ferðslan 1.284.544 í mun til 1.308.519 árið fyri. Øll hini árini er ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin økt frá ári til árs.
Í alt hava umleið 21,2 milliónir bilar verið ígjøgnum Norðoyatunnilin.
Miðaltalilð av akførum um dagin í Norðoyatunniilinum. Gev Gætur at tølini fyri 2004 og 2005 var einans siglandi um Leirvíksfjørð