Lýsing
Lýsing
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christianskirkjuna, meðan takið verður skift
- Ferðslan er einvegis: INNkoyring er einans loyvd frá Selheygsgøtu, og koyrt verður ÚTaftur í Kirkjubrekku. Neyðug skelti verða sett upp
- Tað er als ikki loyvt at parkera eystanfyri og sunnanfyri (omanfyri) kirkjuna. Neyðug skelti verða sett upp.
- Sum lýst fyrr er kirkjan stongd fyri ferðafólki alt 2026. Kirkjan er einans opin, meðan gudstænasta (ella aðrar kirkjuligar tænastur) er. Gudstænasta er hvønn sunnumorgun kl. 11.00.
- Skrivstovan í kirkjukjallaranum er opin mána-, týs-, hós- og fríggjadagar kl. 13.30-15.00. Atgongd er til skrivstovuna gjøgnum kjallaraúthurðina.
Seinastu tíðindini