Lýsing
Lýsing
Tað er serstakliga stilt og lýtt í dag, tað er yvirskýggjað, men sólin hevur hug at lúra ígjøgnum nakrar glottar.
|
Mynd: Símun Háberg
Veðrið í dag
Símun Háberg úr Klaksvík er í starvsvenjing á Veðurstovu Føroyar. Hann hevur lært at gera forsagnir, og tær eru lagdar út á heimasíðuna hjá Norðlýsinum.
Forsøgnin í dag er næstan líka stutt og greið sum í gjár:
Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, samdrigið og turt. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og turt. Í nátt lítið lot av útsynningi, minni enn 5, smáskýggjað ella hálvskýggjað og turt. Hitin 5 til 9 stig.
Seinastu tíðindini