ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gale Energy ApS keypt av Marine Exhaust Technology A/S
Í dag er ein týðandi varði fyri ELM - vit eru errin av at kunngera okkara fyrsta exit. Ein av okkara porteføljufyritøkum, Gale Energy ApS, er seld til Marine Exhaust Technology A/S, sigur Jákup Lamhauge, stjóri í ELM.
Gale Energy hevur ment eina slóðbrótandi tøkni innan vindstuðlaða framdrift av skipum (Wind Assisted Ship Propulsion - WASP). Hetta er ein loysn, sum vit meta hevur møguleika at gerast ein veruligur “game changer” bæði innan WASP-økið og skipaferðsluna sum heild, við at gera hana reinari og meira burðardygga. WASP verður av mongum serfrøðingum mett sum ein av mest lovandi tøknunum at røkka málunum hjá IMO fyri 2030 og árini framyvir.
Vit eru sera væl nøgd við úrslitið. Nýggi eigarin er ein sterkur strategiskur samstarvsfelagi við drúgvum maritimum royndum innan bæði verkfrøði og nýskapan, og er sera væl staðsettur at taka patenteraðu tøknina víðari og skunda undir gongdina frá nýhugsan til stórskala vinnuliga ávirkan.
Hetta er ikki bert eitt exit fyri okkum; tað er eisini ein greið staðfesting av strategiini hjá ELM: at stuðla framskygdum stovnarum og broytandi tøknum innan logistikk og maritimu vinnuna, og at hjálpa teimum at vaksa altjóða, sigur Birgir Durhuus, nevndarformaður í ELM.
Framtíðin hjá skipaferðsluni verður í løtuni skrivað av nýggjum, og vit eru errin av at hava verið ein partur av ferðini hjá Gale Energy frá byrjan.
Um ELM
ELM er ein nýggjur íløgufelagsskapur við føroyskum ognarskapi og luttøku, ið ger íløgur í íverksetarafyritøkur, serliga innan logistikk og maritima økið.