Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundir frá skelkandi tapi á Argjum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  20.04.2026 - 21:15 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

KÍ javnaði í 99. minutti á Argjum í kvøld.

At KÍ er í stórum trupullikum í ár bleiv aftur staðfest í kvøld, tá greipuvinnararnir vóru sekundir frá tapi á Argjum móti uppflytarunum AB. KÍ var omaná frá byrjan, men uppá fyrsta veruliga álopið spældi AB seg flott ígjøgnum í høgru síðu og so stóð Obule Moses púra leysur og skoraði. Sum í hinum dystunum, eisini móti liðum, sum vit flokkað sum bon 5 lið, so fáa tey altíð málmøguleikar móti KÍ.

 


Gilli og Deni í álopinum

Í seinna hálvleiki kundi ein kanska rokna við, at KÍ fór at leggja størri og størri trýst á, men so var ikki stóran part av hálvleikinum. KÍ fór at spæla enn verri við nærum ongum hugflogi og nógvum tekniskum villum. KÍ-álopsleikararnir Páll A. Klettskarð og Patrik Johannesen spældu ikki vegna skaðar, og tí byrjaðu Erlend Hustad og Dávid Reynheim inni. At teir hava spælt lítið merktist kanska eisini, serliga í seinna hálvleiki og síðstu 15-20 minuttirnar av dystinum spældu Gilli R. Sørensen og Deni Pavlovic sum teir báðir fremstu leikararnir. Heilt móti endanum byrjaði KÍ at koma til stórar málmøguleikar. Tað var stórt sæð bara uppá deyðbóltsstøður, at KÍ bleiv vandamikið í seinna hálvleiki, har Odmar Færø var nærmast við skallara á tvørstongina. Eisini Deni Pavlovic hevði stóran málmøguleika eftir frísparksinnlegg í yvirtíðini. Nú bendi næstan alt á, at KÍ fór at tapa fyrsta dystin í langa tíð. Men tá yvirtíðin av yvirtíðini(sum var átta minuttir), sendi Árni Frederiksberg eitt gott innlegg í høvdið á Deni Pavlovic, sum stýrdi bóltinum í málið. Og so kundi mann siga, at tað var rætt at brúka verjuleikarar sum álopsleikarar. Og við skaðunum hjá KÍ vóru ikki so nógvir aðrir møguleikar frá bonkinum.

 


KÍ dragnaði í toppstríðnum

Meðan KÍ fekk útjavnandi málið í 99. minutti, so fekk NSÍ sigursmálið í 97. minutti, og tað merkir, at KÍ dragnar enn meir í toppstríðnum, har oddaliðið NSÍ nú er fýra stig frammanfyri KÍ. Og sunnudagin kann munurin økjast, tá KÍ spælir í Gundadali móti HB, har tað í fjør endaði við javnleiki, meðan NSÍ møtir botnliðnum Skála. Og sum KÍ hevur avrikað í alt 2026, við heilt fáum undantøkum, so er ikki nógv sum enn bendur á, at FM endar í Klaksvík í ár. Men tað eru 21 dystir eftir, og tí kann kann nógv broytast og tað mugu KÍ-viðhaldsfólk vóna fer at henda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár