Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ákæra reist í Bakkafrostmálinum

SKRIVAÐ: Føroya Politi  |  20.04.2026 - 18:43 Tíðindaskriv Vinna

Føroya Politi hevur nú viðgjørt fráboðanirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um Bakkafrost. Málið hevur verið viðgjørt í samstarvi við Statsadvokatin í Keypmannahavn. Fráboðanirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fevndu um fleiri ymisk brot á ymisk regluverk og serlóggávur. Talan hevur verið um rúgvusmikið tilfar at gjøgnumganga og meta um bæði frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og frá Bakkafrost.

 

Tvær ákærur reistar

Avgerð er tikin um at reisa ákæru í tveimum førum, hóast talan upprunaliga var um eitt mál, ið fevndi um fleiri skuldsetingar. Ákærurnar snúgva seg um brot á flutningskunngerðina, og ákærurit er sent Føroya Rætti, sum ásetur rættarfund í málinum.

Hinar skuldsetingarnar, sum m.a. vóru um brot á lúsakunngerðina í sambandi við lúsateljingar, eru sleptar.  Í summum førum eru skuldsetingarnar sleptar, tí fyrningarfreistin var farin, og í øðrum førum tí tað varð mett, at prógvbyrðan ikki kundi lyftast.

                            

Ikki nøktandi við longum viðgerðartíðum

Langar viðgerðartíðir eru sum heild ikki nøktandi, heldur ikki í hesum málinum. Hóast tað kunnu vera fleiri góðar orsøkir til, at málsviðgerðin av einum máli dregur út, eiga bæði politi og ákæruvald at tryggja, at viðgerðartíðin verður so stutt sum gjørligt. Hetta stremba vit sjálvandi eftir hjá Føroya Politi, og tað fara vit eisini at gera framyvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár