Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum

SKRIVAÐ: Umhvørvisstovan  |  20.04.2026 - 16:01 Tíðindaskriv

Eingin ivi er um, at globala miðal vatnstøðan hækkar, og at hækkingin tekur dik á seg

 

Hetta er greitt frá teimum mátingum og eygleiðingum, sum Millumtjóða veðurlagsráðið (IPCC), sum er mannað av heimsins leiðandi veðurlagsgranskarum, umboðandi eina ørgrynnu av ymiskum vísindagreinum, vísur á, seinast í sokallaðu AR6 -frágreiðingini. Út frá vatnstøðumátingum, sum Danmarks Meteorologiske Institut hevur gjørt í Havn seinastu hálvu øldina og út frá fylgisveinamátingum sæst, at vatnstøðan við Føroyar er hækkað 10 cm seinastu 30 árini. Sambært forsøgnum verður vatnstøðan í Føroyum millum 38 og 68 cm hægri í 2100, t.e. um 75 ár. Tess minni heimsins lond megna at skerja útláti av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassi, tess meira og skjótari hækkar vatnstøðan.  

Við støði í vitanini um hækkandi vatnstøðu er greitt, at land og kommunur mugu taka størri atlit til framtíðar veðurlagsbroytingar, tá avgerðir verða tiknar í málum um bygging og infrakervi. Føroyskir myndugleikar hava ein týðandi leiklut í at tryggja, at Føroyar eru fyrireikaðar til framtíðar veðurlagsbroytingar. Við at virka proaktivt og samstarva kunnu vit minka um framtíðar skaðar og tryggja eitt haldført og trygt samfelag fyri komandi ættarlið. Tí hava stovnarnir, sum fyriskipa afturvendandi Veðurlagsdagin, orðað fylgjandi tilmæli um bygging og hækkandi vatnstøðu: 

 

Tilmæli 

At landið orðar eina landsætlan fyri tillagingar til veðurlagsbroytingar við greiðum málum og atliti m.a. fyri bygging og útbygging í økjum fram við sjónum.  

At avvarðandi byggimyndugleikar, bæði land og kommunur, gera eina langskygda váðameting í samband við allar byggingar og útbyggingar í økjum fram við sjónum. 

Tilmælið varð sent viðkomandi myndugleikum í farnu viku, saman við einum fylgiskjali, har greitt verður frá fakliga grundarlagnum undir tilmælinum, les her. Tilmælið verður lagt fram á  Veðurlagsdegnum hósdagin 23. apríl 2026. Les nærri um skránna og tilmelding her. 

Veðurlagsdagurin verður fyriskipaður av arbeiðsbólki mannaður av Umhvørvisstovuni, Havstovuni, Jarðfeingi, Tjóðsavninum, Landsverki, Hagstovu Føroya, FIRUM, Fróðskaparsetri Føroya og Veðurstovu Føroya. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár