Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ungfólk hugnaði sær í Svínoy

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.04.2026 - 13:15 Mentan Myndarøð Tíðindi

Viðareiðis dansifelag, eitt óformligt felag fyri ung í Norðoyggjum, hevði í vikuskiftinum sín árliga túr – hesaferð til Svínoyar.

 

Til samans vóru 24 ung, bæði gentur og dreingir, við á ferðini, sum byrjaði fríggjadagin 17. apríl. Búð varð í bóndahúsunum hjá Jógvan Kristin Olsen, har eisini er ein hugnalig café í kjallaranum.

Leygardagin byrjaði dagurin við einari frískari vitjan í nýggja svimjihylinum, og seinni helt Óli á Geilini ein áhugaverdan fyrilestur. Eisini varð farið ein gongutúr runt bygdina.

Um kvøldið varð skipað fyri dansi í gomlu dansistovuni, har bygdarfólk eisini vóru boðin við. Føroyskur dansur, livandi tónleikur og góð stemningur settu sín dám á kvøldið.

Sunnudagin varð ruddað og pakkað, áðrenn leiðin gekk heimaftur við Rituni.

Endamálið hjá dansifelagnum er at skipa eitt meira fast felag, sum kann vekja og styrkja áhugan fyri føroyskum dansi millum ung í Norðoyggjum.

Niðanfyri eru nøkur stutt brot frá dansistovuni og eisini eru fleiri myndir, ið sýna ungdómshugnan. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda