Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar til hægstbjóðandi

SKRIVAÐ: Rasmus S. Biskopstø  |  21.04.2026 - 13:36 Lesarabrøv Mentan

Tað sigst, at tey bestu tingini í lívinum ikki eru til sølu. Og sambært miðlunum er heimsins størsta oyggj heldur ikki til sølu. Men miðskeiðis í 19’indu øld varð minsta oyggin í Føroyum seld á uppboðssølu á Tvøroyri. Enn í dag kunnu Føroyar eftir øllum at døma keypast og seljast í bitum. Og tað er her, at bøndur og ferðavinna koma inn í myndina.

 

 

Kjakið um gongd í haga kann annaðhvørt karikerast sum eitt stríð millum reiðiliga knæbóndan og eirindaleysa kapitalin ella millum gramma jarðareigaran og náttúru elskandi fríluftsmenniskjað. Pengar eru rótin til allar trupulleikarnar, og bæði seyðamenn og ferðasmiðir ynskja vinning, tó at tey eru ósamd um, hvar gjaldið skal takast. Báðir partar eru harumframt vitandi um, hvat stendur uppá spæl, um vit missa tamarhaldið á ferðavinnuni.

Tað kann vera lívshættisligt at koma illa fyri í fjøllunum, og ein óstýrilig ferðavinna kann økja trýstið á umhvørvið, hækka prísstøðið og elva til fremmandagerð í egnum landi. Hinvegin spretta nýggj og fjølbroytt tænastutilboð og vinnuligir møguleikar kring alt landið takkað veri ferðavinnuni. Óðalsmenn síggja møguleikan og halda tað vera rímiligt, at teir sjálvir kunnu skipa ferðavinnu á egnum matrikli (t.e. hagaparti) við at taka nakrar hundrað krónur frá hvørjum útlendingi sum eitt slag av endurgjaldi fyri niðurtraðkaða jørð. Peningurin kann fara til lendisgøtu, sum førir ferðafólkið trygt heim. Lendið við best umtóktu ferðamálunum gerst brádliga lutfalsliga lítið vert til húsdýrahald, men í ferðavinnuhøpi sum høna, ið verpur gullegg.

Eg veit, at eitthvørt spurnatekin við ræðisrættin til jørðina letur upp fyri einum eldfimum og fløkjasligum kjaki, men samstundis eri eg sannførdur um, at vit eiga at fyribyrgja privatar lendisgøtur og øll tey ódámligu fyribrigdi, sum hesar sløða við sær út í hagan, so sum gjaldsportur, hegn, og enntá eisini varðhaldsfólk, sum gera mun á teimum vitjandi.

Forsprákarar fyri gjaldsportrum grundgeva ofta úr einum trygdar- og náttúruverndarsjónarhorni, men undir øllum umstøðum kunnu gjaldsportrini tryggja passivan pengastreym til jarðareigaran. So leingi hagi kann keypast og gjald kann takast fyri at traðka á uttangarðsjørð, er tað lætt at ímynda sær, hvussu freistandi tað er fyri framsókna jarðareigaran at keypa jørð, sum síðani kann stikast inni og fjalast handan nýggj gjaldsportur. Tað er tó minni lætt at ímynda sær, hvør fer at standa á varðhaldi alt samdøgrið og forða ávísum fólki at fara ein ólógligan fjallatúr.

Summarhálvuna er altíð onkur, sum gongur seg í óføri. Hetta skal takast í álvara og fyribyrgjast so vítt, tað er møguligt. Tó ynskja tey flestu av okkum ikki at seta lív og heilsu í váða og, sum nakað lutfalsliga nýtt, hava nærum øll bæði telefonsamband og gps móttakara í lummanum. Harumframt vita vit, hvussu vit byggja góðar lendisgøtur. Næsta stig er tískil eitt erligt kjak um, hvussu ávísar lendisgøtur uttangarðs vera fíggjaðar, uttan at eyguni hjá áhugapørtum blendast av evrum og dollarum. Tá ber til at menna og varðveita ómetaliga virðið, sum ein frí og góð lendisgøtuskipan kann bjóða bæði borgarum og vitjandi.

Hóast eitt ódiskriminerandi nýtslugjald í serligum umstøðum kann vera ein partur av loysnini, so er tað mín sannføring, at lendisgøtur natúrliga hoyra undir almenna infrakervið. Vitleysa støðan, sum uppstendur av privatum infrakervi, síggja vit, tá ein skattgjaldari uttanfyri Føroyar vitjar Kallin. Ferðaseðilin umborð á Sam kostar bert 40 kr vegna stuðulin frá landskassanum. Síðani verður koyrt ókeypis eftir 17 kilometrum av landsvegi, íroknað fýra tunlum. Bilurin kann stillast ókeypis á nýtt alment parkeringspláss á Trøllanesi, goldið av Klaksvíkar kommunu. At enda skal útlendska ferðafólkið gjalda 200 kr fyri at ganga eftir 2000 metrum av lendisgøtu, umboðandi stytsta, bíligasta og einasta privata vegin á leiðini. Hetta er ikki rætt, eins og tað heldur ikki er rætt, um Slættaratindur og aðrar náttúruperlur bert kunnu røkkast, um ein hevur pengar í lummanum.

Summi vísa á, at gjaldsportur kunnu avmarka talið av gongufólkum og á tann hátt verja lendið. Sjálvandi skulu vit rúma friðing av tí meira víðgongda slagnum, men sum útgangsstøði haldi eg, at vit eiga at virðismeta og fegnast um áhugan at vitja føroysku fjøllini. Tað er bæði heilsufremjandi og økir kunnleikan um nærumhvørvið. Í eini tíð við vaksandi einsemi og skýggjanýtslu er hetta tiltrongt. Har, sum náttúruferðavinnan veksur og miðsavnast, kann tað gerast neyðugt við íløgum í lendisgøtur, og har kunnu vit samstundis vænta gróðrarlíkindi hjá vinnurekandi í nærmastu bygdunum at taka lut í tænastu- og ferðavinnuni. Tá er umráðandi, at ferðavinnutilboðini mennast til frama fyri lokalsamfeløgini. Almenn savningarstøð, smáhandlar og betri ferðasambond og ein sosialt tilvitað ferðavinna kunnu stuðla hvørjum øðrum og veita tiltrongdan búskaparligan styrk til smápláss kring alt landið.

Heldur enn at kjakast um, hvør eigur føroysku jørðina, so eiga vit at viðganga, at ongin kann keypa og selja okkara náttúru, og at vit øll annaðhvørt eru gestir ella umsitarar. Tá verður tað ein mentan heldur enn moneterar transaktiónir, ið avger atferðina í haganum. Fyri okkum, sum vitja fjøllini til gongu, har endamálið er at njóta eina fríløtu, krevst ábyrgd og ein skynsom fríluftsmentan. Føroyska fríluftsmentanin eigur at kókast niður í góð ráð, sum útlendsk ferðafólk skjótt kunnu lesa og skilja, fyri at tryggja, at plantu- og djóralívið, landbúnaðurin og siðmentanin fáa ta virðing, tey hava uppiborið.

Lat okkum vera varin við at útbyggja flogvøll og loyva fleiri og størri cruiseskipum at leggja at. Vit skulu eisini arbeiða fyri beinraknari lóggávu, sum fyribyrgir trýstið á umhvørvið og á bústaðarmarknaðin. Í sambandi við náttúruferðavinnu mæli eg til at fylgja einføldu gyltu regluni um, at vit fara við ferðafólkunum, soleiðis sum vit ynskja, at fólk fara við okkum, tá ið vit ferðast. At loyva einstaklingum við framíhjárættindum at byggja privatar lendisgøtur og krevja entré gjald frá útlendingum hoyrir ongastaðni heima í einum landi, sum sigur seg hava tamarhald á síni ferðavinnu.

 

Rasmus S. Biskopstø

Lýsing
Seinastu tíðindini
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…