Lýsing
Lýsing
Lýsing
Anfinn í Toft sigur við Norðlýsið at verkætlanin Á Fossum kann gerast eitt týðandi stig fyri framtíðar bústaðarmøguleikarnar í kommununi | Mynd: Jóhann Lützen

168 íbúðir byggjast Á Fossum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.04.2026 - 10:30 Myndarøð Tíðindi

Vit ætla at fara undir byggingina eftir summarferiuna, sigur Anfinn í Toft formaður í Umhvørvis og Býarskipanarnevnd Klaksvíkar býráðs við Norðlýsið

 

Størsta einstaka avbjóðingin hjá Klaksvíkar kommunu er at útvega nóg mikið av bústøðum, sum eru fjølbroyttir og kunnu nøkta tørvin hjá øllum málbólkum. Vit bjóðaðu tí økið Á Fossum út og Articon vísti áhuga beinavegin, upplýsir Anfinn. 

Nú eru vit klár at fara í samráðingar um sølu og endaliga skipan av lendinum, so Articon kann fara í gongd, sigur formaðurin í UBN. 

Tað er mín vón, at verkætlanin Á Fossum fer í gongd eftir summarferiuna, sigur Anfinn.

Verkætlanin Á Fossum verður tann størsta einstaka bústaðarútbyggingin í Klaksvík í nýggjari tíð. Verkætlanin inniheldur íbúðir í fleiri støddum, størri og smærri og tær kunnu byggjast fyri ein sámuligan kostnað, sigur Anfinn í Toft.

Umframt íbúðir inniheldur verkætlanin uppskot til staðseting av einum dagstovni, sigur Anfinn við Norðlýsið at enda. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…