Lýsing
Lýsing
Flaggdagshald í Vágstúni
Leygardagin 25.apríl, flaggdagin, skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi í Vágstúni.
Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum fer frá parkeringsplássinum niðanfyri gulu læknahúsini leygardagin kl. 14 heim í Vágstún, har Gunnhild Dahl Niclasen flytir fram røðu.
Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg og flaggsangurin verður sungin.
Aftaná haldið bjóða Grønu skótarnir øllum í KFUM & K til ein drekkamunn. Eisini verður skipað fyri tombola, har hvør "nitte-seðil" eisini hevur møguleika at vinna.
Skótalið Nólsoyar Pálls og
KFUM & KFUK-skótarnir
Seinastu tíðindini