Tiltøk í vikuni
Sunnudagin byrjar Virkið Vár, sum Klaksvíkar kommuna skipar fyri. Við tí fylgja nógv góð tiltøk. Virkið Vár strekkir seg longri enn hendan skráin – minnist til at eisini hyggja eftir henni. Í hesi skránni eru tó eisini onnur tiltøk
Hósdagin 23. Apríl
kl 10 er kafé í Betesda.
Kl 16 verður fundur um ferðavinnuætlanina fyri Svínoy. Fundurin verður hildin í Brandstøðini við ferjuleguna. Allir svínoyingar og fólk við tilknýti til bygdina eru vælkomin.
Fríggjadagin 24. apríl
Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni
Leygardagin 25. apríl
Kl 12 er Silvarenning fyri børn á Guttabreyt.
Kl 14 verður flaggdagsskrúðgonga. Skrúðgongan við skótum og hornorkestri byrjar niðanfyri gomlu læknahúsini, og fer heim í Vágstún, har Gunnhild Dahl Niclasen heldur røðu. Aftaná bjóða skótarnir til drekkamunn í KFUM&K, har tombola eisini verður.
Kl 21 er kafé quiz í kafé Fríðu
Sunnudagin 26. apríl
Kl 15-16 er saunagos við Borðoyavík. Áhugabólkurin “Neystið á Flesjum” skipar fyri. Atgongumerki kann keypast á atgongumerki.fo.
Kl 16-21 er sauna á Flesjum opið fyri øllum.
Mánadagin 27. apríl
Kl 7-8, 12-13, og kl 15-15 verður saunagos á Flesjum. Atgongumerki.fo
Kl 10-17 skipar Klaksvíkar Bókasavn fyri skattaveiðu fyri børn. Skattaveiðan er hvønn dag í vikuni, líka til leygardagin.
Kl 13-21 er opið sauna á Flesjum.
Kl 13-15.30 er plenan opin fyri øllum børnum at koma at spæla.
Kl 16.30 er fyrilestur og verkstova á Klaksvíkar bókasavni. Tjóðhild Patursson kemur at vísa hvussu man súrgar mjólk.
Kl 18-20 er fyrilestur við Dianu Johannesen, hundavenjara. Aftaná verður farið út í skúlagarðin at venja við hundunum.
Kl 19-20 er fyrilestur í kirkjukjallaranum við Gunnhild Dahl Niclasen. “At røkja tað sum okkum er givið – náttúran, kirkjan og okkara ábyrgd. Aftaná spælir Anna Lovisa Mýri nøkur løg. Drekkamuður verður at fáa.
Kl 19-22 bjóðar áhugafelagið Spinnaríið til hugnaløtu í Spinnarínum. Kl 20.30 hevur Sára Jacobsen fyrilestur um Tálg – tann gloymda skattin.
Týsdagin 28. apríl
Kl 9.30 hittast menn í Emmaus til andakt, sang, drekkamunn og hugnaligt prát. Allir menn eru hjartaliga vælkomin.
Kl 15-16.30 er hugnaløta í Smæruni. Henrik Old kemur at fortelja um sítt lív. Hugni bjóðar ein drekkamunn.
Kl 16-18 er hugnaligur gongutúrur út í Grøv. Byrjað verður við gamla neystið á Biskupsstøð. Jóngerð Biskopstø og Steintór Rasmussen leiða túrin, og greiða frá fyrsta svimjihylinum úti í Grøv og frá Ainu Cederblom. Eisini fer Steintór at syngja og hugleiða um heimstaðin.
Kl 19 er stokkakvøld í 1912 (Heimavirkinum).
Mikudagin 29. apríl
Kl 10 er morgunsangur í Christianskirkjuni. Aftaná er kaffi og hugni í kirkjukjallaranum.
Kl 17 er familjusúkklutúrur við Norðstrok. Byrjað verður uttanfyri KBI. Súkklað verður út á Oyrar og aftur. KBI bjóðar okkurt leskiligt til børn og vaksin. Minnist til hjálmin.
Kl 18 er talvkapping í kafé Fríðu. Tilmelding er á staðnum, og kappingin byrjar kl 19. Nærri kunning sæst á skránni fyri Virkið Vár.
Kl 18-21 er ein verkstova á Rótini um matoyðsl. Vit gera mat úr vørum, sum annars høvdu farið vekk. Havið tómar krukkur við.
Kl 18-20 er møguligt at koma í Rótina at læra at binda Hvítusunnuliljur saman við Gunnvør.
Kl 19 bjóðar Íðka øllum at koma at renna saman við teimum. Túrurin er stuttur. Aftaná bjóðar Kjølbro heilsøla okkurt lekkurt.
Kl 18-20 bjóðar Hermótið skúlabørnum til figurmáling og borðspæl. Hermótið heldur til á Heygavegi 42.