Lýsing
Lýsing
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi
Seinastu tvær vikurnar hava Rósa Olsen og Elisabeth Jacobsen verið í starvsvenjing í Klaksvíkar kommunu. Tær ganga báðar í 10. flokki á Skúlatrøð.
Fyrstu vikuna vóru tær á vegadeildini, har tær hjálptu til við at stoypa, grava og hongja skelti upp. Seinnu vikuna vóru tær í umsitingini hjá kommununi, har tær hava starvast í móttøkuni og við journal, umframt at tær hava fingið gott innlit í annað kommunalt virksemi.
Vit vilja takka Elisabeth og Rósa fyri góða innsats og ynskja teimum bestu eydnu framyvir
Seinastu tíðindini