Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sommerson Band á Country Festivalinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.04.2026 - 14:11 Mentan Tíðindi

JA tit hoyra rætt - Sommerson Band v/Annfinn Sommerson og manning, verða á Country Festivalinum 2026 Og man ikki ‘Dungasandur’, sum í 2022 varð gjørdur til Country Festivalin, fara at runga í hátalarunum á Dungasandi?

 

Atgongumerki fáast til sølu á www.country.fo

Dungasandur’ varð sera væl dámdur, tí eisini útlendskir fyrispurningar komu dagliga inn til teir, um hví sangurin ikki eisini var innspældur á enskum. Annfinn setti sær tí fyri at umseta tekstin, og í 2025 kom sangurin út á enskum. ‘Dungasandur’ gjørdist til “Country Came to My Town”.

Tónleikararnir, sum í dag manna Sommerson Band, hava allir spælt tónleik síðani fyrst í 90’inum, við ymiskum bólkum. Tí kunnu teir spæla sera fjølbroyttan og væl-svingandi tónleik.

Síðani 2022 hevur manningin verið hendan:

  • Annfinn Sommerson - Trummur/sang
  • Kari Olsen - Bass/kór
  • Sámal Lindenskov - El-Guitar/kór

Sommerson Band hava síðan í 2022 givið hesi stakløg út:

  • 2022 ‘Dungasand’
  • 2023 ‘Vandaleið’
  • 2024 ‘Mouritzen og eg’
  • 2025 ‘Country Came to My Town’

"Country Festivalurin - Har Country hittini, hittast"

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rósa og Elisabeth í praktik í kommununi 
Lands­stýris­maðu­rin á fisk­vinnu­messu í Ba…
Skip liggja við heimarukai
Atlantic Airways: Hall hóast ferðafólkam…
Símun: - Eg vildi vita meira um veðrið o…
Sommerson Band á Country Festivali­num
Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati…
Standmynd avdúkað í Oyndarfirði sunnudag…
Miðflokku­rin – lands­fundu­rin 2026
Veðrið í dag
Klassika­rin snýr seg um at umganga krepp…
Megnar Mjølnir at endurvinna steypakappi…
Aftur í ár var skipað fyri ársins vitana…
Ikki eiti á samgongubyrjan- 20. mió oyra…
Blátt við nýggjum staklagi
Javningin av almanna­pensjónum
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…
Sjóndepilin nýggjan leiðara
Tiltøk í vikuni
Mótrokningin ein bati í samfelagshøpi