Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsstýrismaðurin á fiskvinnumessu í Barcelona

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og fiskivinnumálaráðið  |  23.04.2026 - 14:50 Myndarøð Tíðindaskriv Vinna

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, vitjaði í gjár heimsins størstu fiskvinnumessu Seafood Expo Global, sum hevur verið í Barcelona dagarnar 21. - 23. apríl. Á fiskivinnumessuni hittast fólk úr øllum liðum av fiski- og alivinnuni, - framleiðarar, útflytarar, veitarar av útgerð og vitan, flutningsfeløg og keyparar úr øllum heiminum

 

Landsstýrismaðurin vitjaði føroyska landabásin, har føroyskar fyritøkur, sum selja fisk, halda til. Harumframt vitjaði landsstýrismaðurin aðrar føroyskar fyritøkur, sum halda til uttan fyri føroyska landabásin, talan er um flutningsfyritøkur og veitarar av útgerð og vitan til fiski- og alivinnuna.

Vinnuhúsið, sum samskipar føroyska landabásin, greiddi frá um føroysku luttøkuna og fylgdi landsstýrismanninum runt. Greitt varð frá, at áhugin at sýna fram á messuni er alsamt vaksandi, og at eisini legst til við vinnum, sum eru veitarar til fiskivinnuna. 

"Føroyska fiski- og alivinnan er í heimsflokki, bæði tá tað kemur til rávøru og veitarar, og tað er hugaligt at síggja altjóða áhugan fyri teimum vørum og tænastum, sum føroyska vinnan bjóðar fram," sigur landsstýrismaðurin, sum eisini fegnast um høvið at hitta umboð fyri vinnuna og frætta, hvat rørir seg.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda