Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftur í ár var skipað fyri ársins vitanarfróðu

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  23.04.2026 - 07:13 Myndarøð Tíðindi

Undanfarin ár hava Granskingarráðið og Nám skipað fyri, men í ár er tað Nám, sum stendur fyri tiltakinum

 

 

Ársins vitanarfróðu er ein kapping, har skúlanæmingar arbeiða við einum evni, sum teir undrast á, kanna og koma til eitt úrslit.

Kanningarhátturin er vísindaligur og hevur 6 stig - at undrast, kanna, leggja eina ætlan, samla upplýsingar við at granska, fáa eitt úrslit og greiða øðrum frá úrslitinum. Hetta er ein rættiliga góður og læruríkur arbeiðsháttur.

Í ár eru tvær kappingar, ein fyri miðdeild og ein fyri hádeild, har vinnandi flokkurin vinnur 3000 kr og lærarin vinnur ferð og uppihald til luttøku á Lærfest á vári í 2027. 

Í ár vóru 8 bólkar frá Skúlatrøð við. Fýra bólkar úr 7.a og fýra bólkar úr 6.b. 

Í kappingini fyri miðdeild vann Eysturskúlin og í kappingini fyri hádeild vann okkara 7.a fyri besta bás og bestu frágreiðing. So flokkurin vann í tveimum førum fyri undranarspurningin: Hvat hendir við trýsti undir vatni?

Umleið 110 næmingar luttóku í Ársins Vitanarfróðu í ár.

Vit eru erin av okkara næmingum og ynskja teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda