Grani TG 325
Í 1902 keyptu Mortensens menn á Tvøroyri línubátin Centaur úr Grimsby og nevndu hann Grana. Báturin var smíðaður í 1896 í Goran í Glasgow, var 126 tons brutto og hevði 200 hesta guvumaskinu.
Línuspælið varð alt fyri eitt koyrt í land, og komandi árini sigldi Grani við farmi innan- sum uttanlands umframt at vera onkran snøristúrin undir Føroyum.
Í 1908 kom línuspælið umborð aftur, og við Jóan Paula Hansen av Eiði sum skipara var farið at royna eftir kalva. Jóan Pauli hevði siglt við bretskum línubátum.
Teir fingu væl av kalva undir Føroyum og Íslandi og ætlaðu óivað at halda fram, men Jóan Pauli legðist sjúkur og doyði í 1909. Grani sigldi síðani aftur við farmi, men legði í 1911 telefonkaðalin út millum Skarvanes og Sandvíkar.
Í 1912 fór Grani til Grimsby at rigga til trolfiskiskap. Skipari var Jens Mortensen av Hvítanesi á Tvøroyri. Grani trolaði næstu trý árini og fiskaði hampiliga væl. Roynt var undir Íslandi og hendinga túrin undir Føroyum. Veiðan tilsamans hesi árini var 500 tons av saltfiski.
Í 1915 keypti Christian M. Evensen Grana til sildaveiði undir Íslandi. Christian, ið búði í Hull, var sonur Jóan Petur Evensen vinnulívsmann í Havn.
Grani varð skrásettur í Tórshavn, og skiparar vóru Anthon Jacobsen úr Syðrugøtu og Poul Jacob Højgaard av Toftum.
Í 1918 varð Grani seldur til Danmarkar og strikaður úr skipaskránni 19. juni sama árið.