Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur KÍ - B36
Tað tók 8 minuttir hjá KÍ kvinnum at seta hol á málskjótingina í dystinum móti B36 á heimavølli. Statistikkurin vísur eisini greiðu yvirvágna, sum KÍ hevði, tí B36 hevði onga roynd á mál, onga roynd framvið mál, ongan stóran møgulieka og einki horna.
Tað var einvegis ferðsla á Djúpumýru sunnudagin tá ið KÍ tók móti B36 í meistaradeildini hjá kvinnum.
Vit fingu enn einaferð at síggja KÍ spæla flótandi spæl, hóast tað hesaferð ikki var eyðsýnt fyrstu løtuna av dystinum.
Stóri leikarin hjá KÍ í 9-0 sigrinum var Durita Hummeland, ið gjørdi hattrick, har eitt av málunum var ein sonn perla. Við bóltinum eitt sindur uttanfyri sekstanmetrinum smekkaði hon til, og bólturin fór heilt upp í vinstra málhornið uttan nakran møguleika hjá málverjanum at gera nakað við skotið.
Eisini Hevði Eyðvør Klakstein eitt fantastiska vakurt mál, eftir flotta renning og gjøgnumbrot frá Sólju Ernstdóttir úr vinstru síðu. Sólja rann heilt aftur til baklinjuna og inn í sekstanmeturin, áðrenn hon gjørdi eitt cut-back til Eyðvør, ið smekkaði til so bólturin fór bein upp í høgra málhorni. Ótrúliga vakurt mál!
Gjøgnum allan dystin vóru kvinnurnar á bóltinum meiri og spældu skilagott.
Hálvleiksstøðan var 6-0 og ikki eitt mál ov lítið.
Venjarin, Kaveh Magnusson brúkti møguleikan at geva fleiri ungum leikarum nógva spælitíð. Útskyftingarnar komu soleiðis:
| Tíð | Leikari inn | Leikari út |
| 46' | Karla Sjóstein | Sólja Sólja Ernstsdóttir |
| 60' | Elisabeth Bjartalíð | Jórun Najma Patawary |
| 61' | Birita Mohr | Malena Olsen |
| 65' | Elspa Zachariassen | Durita Hummeland |
Seinni hálvleikur bar bráð av at fleiri útskiftingar vórðu gjørdar, men allatíð hevði KÍ pressi á B36, og ongantíð kom B36 inn í dystin.
Tað var klassamunur bæði í leikligari yvirvág og fysikki.
9-0 gjørdist endaliga úrslitið, og aftaná 3 umfør hevur KÍ fult stigatal og málúrtøkuna +24. HB liggur á øðrum plássi eisini við fullari úrtøku, men við málúrtøkuni +9.
2 avgerðandi dystir innan 7 dagar
KÍ kvinnur skulu aftur spæla longu hóskvøldið kl. 19.00, tá ið KÍ tekur móti Víkingi, ið er á triðja plássi. Víkingur hevur víst góðar taktir higartil í ár, og tí verður hetta fyrsta veruliga trykkroyndin hjá KÍ.
Sunnudagin skal KÍ til Havnar at spæla móti HB, sum av sonnum kann metast sum eitt toppbrak.
Vónandi síggja vit nógv viðhaldsfólk til heimadystin móti Víkingi hóskvøldið kl. 19.00.