Lýsing
Lýsing
SST kapping á Viðareiði
Sunnudagin 26. apríl varð fyrsta SST kappingin í ár hildin, tá FM í duathlon fór av bakkastokki á Viðareiði.
Veðrið var av tí fagrasta, og tað legði ein góðan karm fyri kappingina.
Hjá kvinnum gjørdist Sigrid Bjartalíð fyrst um málstrikuna við tíðini 1:24:36, meðan hjá monnum var tað Helgi Winter Olsen, sum vann við tíðini 1:04:46.
Kappingin var væl eydnað, og huglagið millum luttakarar og áskoðarar var sera gott!
Øll úrslitini frá kappingini kunnu síggjast her.
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon
Seinastu tíðindini