Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borg keypir Sandavágs Timburhandil

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.04.2026 - 11:12 Tíðindi Vinna

Rodmundur Nielsen, eigari av Borg og Albert Ari Thomassen, eigari av Sandavágs Timburhandli, eru vorðnir samdir um, at Borg keypir Sandavágs Timburhandil

 

 

Við keypinum verður Sandavágs Timburhandil sostatt partur av Borg-samtakinum og fer í framtíðini at reka virksemið undir navninum Borg.

Borg er ein føroyskur timburhandil og heildarveitari innan byggivinnuna. Fyritøkan hevur gjøgnum tíðina keypt og savnað fleiri føroyskar fyritøkur undir einum og sama navni. Millum annað vórðu Højgaards Handilsvirki, Klaksvíkar Timburhandil og Klement Petersen savnað undir navninum Borg í 2007, og í 2018 keypti Borg eisini Havnar Timburhandil í Tórshavn.

Í dag hevur Borg deildir í Tórshavn, Klaksvík og á Glyvrum. Við yvirtøkuni av Sandavágs Timburhandli verður virksemið víðkað og styrkt enn meir, og Borg fær sostatt styrkt sína støðu í Vágunum og Norðstreymoy.

Báðir partar eru væl nøgdir við avtaluna. Rodmundur Nielsen fegnast um keypið og vísir á, at hann hevur røtur úr Vágunum, og tí hevur hetta eisini ein serligan týdning fyri hann. Albert Ari Thomassen er somuleiðis væl nøgdur við søluna og ynskir at takka øllum viðskiftafólkunum fyri góða stuðulin gjøgnum árini. Hann vónar, at øll taka væl ímóti nýggju broytingini.

Starvsfólkini halda fram, og dentur verður sjálvsagt lagdur á framhaldandi at veita eina góða tænastu og nærleika til kundarnar.

Avtalan er treytað av, at Kappingareftirlitið góðkennir keypið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…
Borg keypir Sandavágs Timburhandil
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
Upptakt: HB-KÍ
Tá vit ganga ella súkkla hava vit betri…
Myndarøð: Flaggdagshald í fagrasta veðri
Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum 
Er alivinnan ódálkandi og burðardygg?
Við abbasoni á Grynna Fossinum
Flaggdagshald í Vágstúni
Amarant: Kaffi og kaka fyri einans 50 kr…
Grani TG 325
Bráðtíðindi: Enn ein búðamaður úr C í A
Silvarenning 2026
Starvs­venjingin er góð og lærurík
Ein klassikari komin til nútíðina
Føroysk badminton á altjóða fundum
Veðurlagsbroyt­ingar og alivinnan
Sjúklingar skulu hava betri umstøður í K…
Framsýningin hjá Kvøldskúla­num og Handar…