Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sannleikin er ofta illa lýddur

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin í býráðnum  |  30.04.2026 - 13:24 Ítrottur Politikkur Tíðindaskriv

Forkvinnan í mentanarnevndini sigur eitt, men ger nakað annað. Fólkaflokkurin heldur seg til fakta í málinum, og tað er at við Signhild Johannesen og borgarstjóranum á odda, hevur meirilutin fingið tekningar, tíðarætlanir og kostnaðarmetingar gjørdar, sum raðfesta fimleikarhøll í 2036.

 

Hóast forkvinnan í mentanarnevndini nú ikki vil kennast við egi barn, og gevur arkitektunum ábyrgdina av verkætlanini, so er tað júst meirilutin sum hevur umbiðið tekningar, tíðarætlanir og kostnaðarmetingar. Ynskti man aðra tíðarætlan, so kundi meirilutin lættliga umbiðið hetta.

At meirilutin ætlar at brúka 361 mió. í ítróttarøkinum, uttan at seta byggibólk við avvarandi partum og fáa neyðugu vitanina frá teimum, sum dag og dagliga eru brúkarar í økinum, er óskiljandi fyri okkum í minnilutanum.

Fleiri heildarætlanir eru gjørdar fyri økið, og áður hevur Fimleikarfelagið verið virkin partur av einum byggibólki. Hesaferð er felagið bert kunnað, men hevur als ikki verið virkin partur av arbeiðinum at menna komandi høllina.

Áðrenn býráðið visti nakað um hesa nýggju verkætlan, hevði politiska leiðslan í býráðnum kunnað feløg um teirra ætlan. Tá var tað teirra barn, men nú eigur eingin barnið.

Tað er ov lætt at siga, at sjálvandi vilja øll hava fimleikarhøll og sjálvandi vilja øll hava røttu raðfestingina, men okkara spurningurin er, hvat vilja tit?

Vit vilja gera fimleikarhøllina nú, og raðfesta 52 mió. kr. til fimleikarhøllina framum 52 mió. kr. til eina inngongd til ítróttarøkið.

Vónandi kemur meirilutin til aðra niðurstøðu á býráðsfundinum í kvøld, so hetta mál kemur á beint aftur, og vit í felag finna eina breiða semju um ítróttarøkið í býnum.

 

Vegna Fólkaflokkin

  • Jógvan Skorheim
  • Oddmar á Lakjuni
  • Eyðstein Poulsen
  • Fríðin Ziskason
  • Atli Justinussen
Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið