Nógv fólk og nógv gott veður á Eplafestivalinum
Higartil hevur Eplafestivalurin eydnast sera væl. Veðrið hevur eisini spælt við. Hóast vindurin hevur verið eitt sindur harður aðrastaðni, so hevur líðkað og at kalla stilli verið her í Trøðum á Sandi. Tað hevur eisini gjørt, at sera nógv fólk hava vitjað.
Vit hava við myndatólinum vitjað Speakers Corner, sum Jákup Veyhe stýrdi. Sera áhugavert og sigast má, at tað vóru kvinnurnar ið vóru óførari at taka orði framum menninar. Í handlinum hjá Griasi var forvitnisligt at vitja, har hittu vit eisini Lassa Klein, ið var komin av Runavík og suður. Ikki sørt av klaksvíkingum var eisini at síggja. Vit vitjaðu pubbina á verkstaðnum. Á Beitisloftinum bjóðaði Veltan seg fram, eisini Vistgrøði, havsalt, dukkuklæði, urtir, múlaskinkan og ymiskt annað var bjóðað fram til sølu. Í erva á verkstaðnum hjá Jón stíðlaði verðmamma hansara fyri søluni av seymaðum og bundnum, troyggir, turriklæði og annað mangt, eisini fekst kaffi við ymiskum góðum afturvið og ikki at gloyma drýlur.
Í Uttastovu var alskyns grønmeti at keypa, sjálvur keypti eg malið oksakjøt, gularrøtur, kolrabirøtur til ræsta kjøtið í heyst og ikki minst eplir av Sandi.
Tað er nógv virksemi í Trøðum á Sandi í dag og nógv fremmanda vitjan.
Her nakrar myndir: