Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pinkubarnascreeningin verður víðkað frá 1. oktober 2025

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  07.07.2025 - 11:39 Tíðindaskriv

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, fegnast um, at pinkubarnascreeningin í Føroyum verður víðkað frá 1. oktober 2025.

 

Hetta merkir, at verandi pinkubarnascreening (PKU-screeningin) fer at fevna um fleiri ílegusjúkur, sum kunnu viðgerast. Talan er um ílegusjúkur, sum eru vanligari í Føroyum enn aðrastaðni, og har tað hevur stóran týdning fyri úrslitið av viðgerðini, at hon verður sett í verk skjótast gjørligt, áðrenn sjúkutekin vísa seg.

At pinkubarnascreeningin verður snikkað til føroyska tørvin, er eitt týdningarmikið stig fyri føroyskar nýføðingar og teirra familjur. Tá sjúkan verður staðfest skjótast gjørligt, kunnu vit tryggja, at viðgerð verður sett í verk beinanvegin. Hetta hevur avgerandi týdning fyri førleikar og lívsgóðsku: Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

Sjúkrahúsverkið er farið undir at fyrireika tilboðið, sum verður fíggjað innan verandi játtan hjá heilsuverkinum. Árligi kostnaðurin er mettur at vera umleið 600.000 krónur.

 

Berarakanningar

Tá arbeiðsbólkur, fyrr í ár, handaði landsstýriskvinnuni tilmæli um kanningar av ílegusjúkum í Føroyum, varð eisini mælt til at skipa eitt tilboð um berarakanningar fyri deyðiligar ílegusjúkur. Talan er um at geva pørum millum 18 og 45 ár tilboð um at kanna, um tey eru berarar av ávísum deyðiligum ílegusjúkum, sum ikki kunnu viðgerast.

Landsstýriskvinnan hevur fingið undirtøku fyri at fara undir at fyrireika hetta tilboðið. Heilsumálaráðið fer nú undir at fyrireika eina lógarbroyting, sum eftir ætlan skal leggjast fyri Løgtingið í heyst. Samstundis arbeiðir landsstýriskvinnan við at fáa játtan til berarakanningarnar á fíggjarlógina fyri 2026.

 

PKU-kanningar

Í Føroyum verður danska pinkubarnascreeningin fylgd, har øll foreldur fáa tilboð, um at lata barnið kanna fyri 25 álvarsligar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga.

Mannagongdin í kanningini er, barnið fær eitt prik í hælin 48-72 tímar eftir føðing, har ein blóðroynd verður tikin. Blóðið verður koyrt á eitt serligt filtpappír, eitt sonevnt PKU-kort.

Frá 1. oktober 2025 verða allir nýføðingar kannaðir fyri ílegurnar CTD, HCLS, CF og GSDllla – umframt tær 25 sjúkurnar, sum kunnu staðfestast í pinkubarnascreeningini (PKU-kanningin).

Á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum ber til at lesa meira um PKU-kanningina og fáa eitt yvirlit yvir sjúkurnar, sum kanningin fevnir um.

Lýsing
Seinastu tíðindini
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum