Lýsing
Lýsing
Lýsing
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Jan Mortensen, stóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, taka lógvatak, eftir at semjan var undirskrivað í Portugálinum í Tinganesi í dag

Semja gjørd um Vørn–sáttmálan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.08.2025 - 08:23 Tíðindi Vinna

Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum heldur sáttmálasemjuna fyri maskinmeistararnar á vaktar– og bjargingarskipunum vera til at liva við, og hann vísir millum annað á batar í úrtíðarlønini, eina nýggja viðbót fyri ábyrgd av aspirantum, og at manningin nú fær lut í samsýningum fyri arbeiði uttan fyri vanliga virkisøkið hjá vaktar– og bjargingarskipunum

 

 

Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála fyri vaktar– og bjargingarskipini hjá Vørn at galda í tvey ár og ein mánað, frá 1. august 2025 til 30. september 2027.

Talan er um endurnýggjan av gamla sáttmálanum við nøkrum týðandi batum fyri limirnar í Maskinmeistarafelagnum. Eitt nú er eitt nýtt úrtíðarstig, “úrtíðarløn 3”, sett inn í grein 4 í gamla sáttmálatekstinum, soleiðis at 60 prosent verða latin afturat tímalønini fyri arbeiði á føstum frídøgum. Roknaða tímalønin hjá fastløntu maskinmanningini á skipunum hjá Vørn er árshýran býtt við 2080.

Grein 15, sum snýr seg um atstøðingar og aspirantar, er orðað av nýggjum, og ein nýggj viðbót uppá 1.000 krónur um mánaðin er ásett til maskinmeistarar, sum hava ábyrgd av aspirantum.

Sum nakað heilt nýtt tryggjar semjan, at manningarnar nú eisini fáa lut í samsýningunum, sum Vørn fær fyri serligar uppgávur, ið liggja uttan fyri sjálvt virkisøkið hjá vaktar– og bjargingarskipunum. Ein nýggj grein verður sett í sáttmálan, sum ásetir, at manningin fær 20 prosent av samsýningini fyri slíkar uppgávur, og samsýningin verður býtt til manningina í mun til føstu lønina hjá tí einstaka. Arbeiði fyri føroysku tryggingarfeløgini eru tó undantikin samsýningini.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur seg saktans kunna liva við hesi semjuni.

– Samráðingar enda jú altíð við, at partarnir møtast onkustaðni á leiðini, og tú fært ongantíð alt, tú kundi ynskt tær, men henda semjan hevur tó nakrar týðandi batar við sær, sum vit í hvussu er kunnu vera nøgd um, sigur hann.



Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0