Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lat okkum seta aldursmark á sosialar miðlar og YouTube

SKRIVAÐ: Hergeir Staksberg  |  31.07.2025 - 23:32 Politikkur Tíðindaskriv

Í Føroyum hava børn óavmarkaða atgongd til YouTube, TikTok og Instagram. Vit seta aldursmark á filmar, alkohol og bilkoyring – men lata okkara børn sveima einsamøll í einum ósunnum digitalum heimi. Tað er ikki bara eitt vánaligt hugskot. Tað er beinleiðis vandamikið

 

 

Vit vilja øll tað besta fyri okkara børn. Men vit vita eisini, hvat kann henda, tá tey sleppa ov tíðliga út á tað ófiltreraða netið:


• Sjálvsálitið verður verri, tí tey samanbera seg við óveruligar kroppar og “perfekt lív”.
• Tey fáa svøvntrupulleikar og angist.
• Tey kunnu koma í samband við vemmilig vaksin fólk, sum ynskja at skaða títt barn, ella tey kunnu síggja skaðiligt innihald.
• Sjálvsvirðið verður bundið at likes og algoritmum.
• Og heilin – sum skal mennast við spæli og veruligum sambondum – verður formaður av skjótum dopamin-kickum og nonstop ávirkan.


Avstralia hevur longu tikið stigið. Frá desember 2025 verður bannað hjá børnum undir 16 at hava kontu á YouTube, TikTok, Instagram og X. Tað verður ein verja, sum gevur foreldrum og samfelagnum eina greiða linju at ganga eftir. Og bróta sosialu miðlarnir lógina, kunnu teir fáa bót heilt upp í 50 milliónir dollarar.


Vit eiga at gera tað sama í Føroyum. Tað skylda vit okkara børnum.


Vit seta aldursmark á bilkoyring, alkohol og filmar – men hví ikki á sosialar miðlar, har algoritmur hava beinleiðis ávirkan á sálarheilsu, sjálvsálit og empati hjá børnum?

Hetta er ikki eitt inntriv – hetta er umsorgan. Og hetta er onki at bíða við. Vit skylda okkara børnum best møguligar karmar at vaksa upp í, og tá tey ikki sjálvi megna at verja seg, so mugu vit sum samfelag verja tey.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði
Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-j…
- Tí leggi eg so nógv í!
Betri Trygging flytir í egin hølir
Upptakt: KÍ-Radnicki 1923
Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting
Jóannes K. Danielsen væntar ein øðrvísi…