Lýsing
Lýsing

Feðgarnir Levi og Anfinn Isaksen í Neystinum. Teir royndu við glastrevjabátinum Glottin, sum er bygdur í Íslandi - ein Sómi 30 fót bátur.
|
Mynd: Jóhann Lützen
Seldu alt eftir einum tíma
Tað gekk skjótt at selja teir 70 fiskarnar, sum vit fingu í morgun. Eg fari at keypa mær eina Liverpool blusu fyri sølupengarnar, segði Levi Isaksen
Feðgarnir royndu einar 2 fjórðingar suður úr Borðoyarnesi, innanfyri Leirvíksgrynnuna.
Eftir at Norðlýsið skrivaði at vit seldu fongin í Neystinum, komu nógv fólk at keypa og so gekk skjótt til einki var eftir, segði ein vælnøgdur pápi.
Seinastu tíðindini