Lýsing
Lýsing
Lýsing

Andru við JP: “Tann føroyski búskapurin verður skaptur her”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.08.2025 - 21:45

Í drúgvari blaðgrein í JyllandsPosten er millum annað samrøða við útróðrarmannin Andru Poulsen um týdningin av fiskiveiðuavtalu við Russland.

JP skrivar, at føroyska fiskivinnu- og handilsavtalan við Russland er framvegis eitt heitt kjakevni. Men spyrt tú unga fiskimannin Andru Poulsen, so er okkurt, JyllandsPosten máskilja.

»Teir leggja at har úti,« sigur hann og peikar yvir á hina síðuna av havnini. Teir eru tó akkurát farnir.

Andru Poulsen sær teir ofta, teir russisku fiskimenninar.

Hann prátar ikki við teir, men vinmaður hansara sigur, at teir eru »mega fittir«. Fyri nøkrum árum síðan stoltu teir súkklur runt í býnum, men soleiðis er ikki longur, heldur hann.

Tó hava russisku fiskimenninir, sum framvegis fiska í føroyskum sjógvi, skapað uttanríkispolitiskt órógv síðan kríggið í Ukraina byrjaði, og Andru Poulsen hevur blandaðar kenslur.

Tí tað er eitt, vit øll mugu skilja.

Búskapur á havnalagnum

Avtalan við Russland gevur russiskum skipum atgongd til føroyskan sjógv, og føroyskum fiskiskipum atgongd til Barentshavið. Harumframt hava tey bæði londini eina handilsavtalu, serliga viðvíkjandi fiski.

Í nærum 50 ár hevur ein avtala verið galdandi millum tey bæði londini. Men síðan Russland hertók Krim, hevur hon verið til kjak, og tað tók dik á seg aftur í 2022, tá Russland leyp á Ukraina.

Seinast skrivaði DR, at skip koma úr einum russiskum reiðaríi, sum er svartlistað vegna ógvuliga ivasaman illgruna um njósning. Soleiðis hevur tað tó verið í longri tíð.

Sjálvt løgmaður hevur alment sagt, at hann er ímóti fiskivinnuavtaluni, men at hann ikki hevur meiriluta at strika hana.

Føroyska stjórnin hevur sett í verk ymiskar revsitiltøk móti Russlandi, alment fordømt kríggið og tikið ímóti ukrainskum flótta fólki.

Tó er avtalan endurnýggjað aftur og aftur – hóast man hevur skert atgongdina fyri russisk fiskiskip, og nú koma færri skip enn áður.

Men hví ikki bara steðga avtaluni heilt?

Orsøkin finst í onkrum, Andru Poulsen sigur við Jyllands-Posten. Okkurt, vit mugu skilja:

»Nógv vita ikki, hvussu nógvir pengar eru í fiskivinnuni. Altso, føroyski búskapurin verður skaptur her á havnalagnum, ikki á skrivstovuni,« sigur 34 ára gamli fiskimaðurin.

Money talks.

Øll greinin kann lesast sum haldaragrein á JyllandsPosten her:

Grein á JyllandsPosten

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt
Enn ein varði í altjóða søguni hjá KÍ
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði
Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-j…