Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-jalig

SKRIVAÐ: Landsfelag Pensjónista  |  31.07.2025 - 12:04 Politikkur Tíðindaskriv

Eru tað pensjónistarnir, ið skulu fíggja hækkaða lestrarstuðulin?

 

Í løgmansrøðu síni á ólavsøku í 2025, kunnaði Aksel V. Johannesen á løgtingsins røðarapalli okkum frá týdningarmestu málunum, ið samgongan hevur sett sær fyri at útinna í næstum. Verandi valskeið er annars longu úti síðst í komandi ári.

Einki konkret jaligt var at hóma í løgmansrøðuni, sum beinleiðis vendir sær til dagsins pensjónist.

Millum málini, ið løgmaður nevndi, var lestrarstuðulin, sum skal hækka, so vit kunnu verða kappingarfør við lesandi í Danmark, har lestrarstuðulin er munandi hægri enn í Føroyum.

Hendan lestrarstuðulshækkan kemur longu komandi summar, segði hann.

Í landskassanum er undirskot.

Spurningurin er tí, um tað eru vit sum pensjónistar, ið skulu fíggja hækkaða lestrarstuðulin.

 

Pensjónirnar standa í stað

Í løgmansrøðuni stendur ikki eitt orð um, at samgongan hevur ætlanir um, at pensjónistar í Føroyum næsta summar fara at fáa hægri pensjón, eftir sum tey í Danmark hava nógv hægri pensjónir enn vit, umframt fleiri aðrar fíggjarligar ágóðar.

Sannleikin er, at vit hava pensjónistar, sum ikki fáa fíggjarligu endarnar at røkka, bæði tí húsaleigan er dýr, og einki mark er fyri, hvussu nógv vanligar húsarhaldsvørur dýrka hvønn einasta mánað. At minka ella strika meirvirðisgjaldið á ávísum vørum, hjálpir ikki tað stóra.

Og pensjónirnar, tja, tær standa í stað.

 

Tignarstig undir null

Sum pensjónistur í Føroyum kennir man seg ofta á einum sera lítlum tignarstigi – undir null – eftirsum vit eldru eru so frek at ditta okkum at liva fýra ella fimm ár longri enn tey, ið undan okkum eru farin.

Vit eldru kosta nevniliga ov nógv, og yngra ættarliðið megnar ikki at sleipa uppá okkum, eru boðini frá Búskaparráðnum, sum virkar sum ráðgevandi stovnur hjá landsstýrinum.

Í staðin kunnu útsettu pensjónirnar fíggja hækkaða lestrarstuðulin. Og ikki bara fíggja lestrarstuðulin, men eisini ein komandi undirsjóvartunnil um Suðuroyarfjørð.

Tí, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, so seint sum dagin eftir ólavsøku í Kringvarpinum nevndi, so kemur eingin Suðuroyartunnil, fyrr enn 70 ára-pensjónsaldurin er samtyktur í løgtinginum.

Summa summarum: Lestrarstuðulin hækkar næsta summar.

Pensjónistar fáa ikki inn í eyga, men standa í stað.

 

 

Landsfelag Pensjónista

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skipa ein føroyskan kapitalmarkna
Kleyvar frúgv liggur á Elduvíksvegnum
Lat okkum seta aldursmark á sosialar mið…
Myndarøð: KÍ - FK Radnicki 1923
KÍ vann 1-0
U19 lands­lið­ini í sandflogbólti dystast…
Kommunuvali í Oyndarfirði
Løgmansrøðan 2025 er einki pensjónista-j…
- Tí leggi eg so nógv í!
Betri Trygging flytir í egin hølir
Upptakt: KÍ-Radnicki 1923
Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting
Jóannes K. Danielsen væntar ein øðrvísi…
Treysti heiðraði sínum egnu
Tey eldru bundið smáar bamsur til børnin…
39 atgongumerkir eftir
Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20
Søgan um Merle Haggard (9:9)
Russland handar mótmælisskriv vegna nors…
Javnt í ólavsøkutalvdysti