Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri fekk eina atkvøðu í Klaksvík á seinasta løgtingsvali og hevur tískil ikki nevnivert at missa, um Tunlarnir Norður um Fjall verða útsettir enn einaferð | Mynd: Oliver Joensen

Samgongan sløkkir vónir bæði Suðuri og Norðuri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.02.2019 - 07:27 Leiðarin Politikkur

Týsdagin feldi samgongan Fámjinstunnilin og mikudagin kom fráboðan um, at Tunlar Norður um Fjall møguliga eisini verða útsettir sum fylgja av hesum. Og mystiska Tunnilstoymið er kanska ikki til kortini, tí Articon er biðið um at lata tilboð inn uppá Fámjinstunnil

Týsdagin feldi samgongan Fámjinstunnilin, og longu dagin eftir er samferðslumálaráðharrin úti og sigur, at “Tunlar Norður um Fjall mugu kanska bíða eitt lítið sindur”. 

Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, var í tinginum týsdagin skrásikkur uppá, at núverandi samgonga fór at halda fram eftir valið. Og greitt er nú, hvat hon ætlar at brúka valdið hjá sær til, um tað kemur so vítt. Tunlarnir Norður um Fjall, sum onki varð gjørt við í hesum valskeiðinum, skulu útsetast enn einaferð.

Fyrst ljóðaði at fólk Eystan Múla og í Árnafirði kundu vænta sær at byrjað varð at bora tunlar longu á vetri í 2020. Tann ætlanin fekk eitt skot fyri bógvin, tí nú tykjast allar ætlanir um at lata “Tunnilstoymið” (er tað yvirhøvur til?) standa fyri smærru tunlunum at verða sleptar, og sami arbeiðstakari, ArtiCon, skal geva tilboð uppá Fámjinstunnilin í staðin.

Grundgevingin sigst vera, at útgerðin longu er í Suðuroy, tá Hvalbiartunnilin er liðugur.

 

Er nakað Tunnilstoymi til í veruleikanum?

Hesin spurningurin var nógv uppi at venda í tinginum týsdagin. Ætlanir hava verið frammi um, at eitt Tunnilstoymi undir Landsverki skuldi bora teir smáu tunlarnar til Fámjins, Dals og onkran afturat, samstundis sum teir stóru vórðu boraðir. Tað var Henrik Old, sum kom við hesum Tunnilstoymi, og ætlanin var eisini at bjóða Hvalbiar- og Fámjinstunlarnar út í senn, men alsamt meira bendir á, at har ikki er nakað tílíkt toymi. Henrik Old atkvøddi eisini sjálvur ímóti Fámjinstunlinum, møguliga tí hann veit, at tað ikki er til.

Og er tað ikki til, ber ikki til at bora smáu tunlarnar samstundis sum teir stóru.

Harvið brustu vónirnar í Fámjin, og tað sær ikki bjart út fyri fólk Eystan Múla heldur. Væl at merkja um samgongurnar, hendan og komandi, lata landsstýrismannin fáa sín vilja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
4. flokkur granskar hjartað, lungu og ný…
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir
U19 lands­liðskapping í flogbólti í Havn…
FM Radio: Tummas og Jógvan vitja Norðlýs…
Vinnulívið netverkar í Rótini
Friður á pallinum: Fleiri atgongumerki s…
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
FM radio á Norð­lýsi­num, 21. okt 2025
Atgongumerkjasølan byrjað
Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópin…
Pelagisk rekord: Asbjørn selt fyri 46 mi…
Dansihugni byrjar aftur
Lógin heimilar ikki ætlanini at seta ALS…
Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønin…
Vinn atgongumerki til KÍ veitsluna
Klaksvíkar Sjúkra­hús: SAHVA flutt
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…