Latið føroyingar keypa á netinum – sum restin av vesturheiminum
Latið føroyingar keypa á netinum sum restin av vesturheiminum. Tað eigur at vera eitt heilt einfalt politiskt mál. Kortini gera vit tað øvuta, tá ið talan er um at keypa vørur á netinum úr útheiminum.
Í dag er veruleikin tann, at føroyingar møta einum múri av forðingum, tá ið vit keypa vørur á netinum – forðingum, sum restin av vesturheiminum fyri langari tíð síðan hevur ruddað av vegnum. Skipanin er tung, fløkt og dýr - og endin er, at vanligir brúkarar rinda nógv meira enn neyðugt.
Vit hava onga trupulleika við at gjalda MVG og onnur lóglig avgjøld. Tað er sjálvsagt. Men í Føroyum eru tað ikki avgjøldini sjálvi, sum eru høvuðstrupulleikin – tað er skipanin rundan um tey.
Ein vøra, sum kostar 350 krónur á netinum, kann lættliga enda við at kosta nærum 1000 krónur, tá ið hon er komin fram til brúkaran. Tað er ikki bara MVG. Tað eru umsitingargjøld, viðgerðarútreiðslur - og ein skipan, sum ger eitt heilt vanligt netkeyp nógv dýrari og nógv meira tungt enn neyðugt.
Hetta er í veruleikanum ein umsitingarligur trupulleiki – og tí eisini ein politisk ábyrgd.
TAKS eigur at taka nógv størri ábyrgd av hesum økinum og gera eina einfalda, modernaða og digitala skipan, har MVG og avgjøld verða avgreidd sjálvvirkandi og gjøgnumskygt. Tað skal ikki vera upp til einstaka brúkaran at stríðast við fløktar reglur og óneyðug eyka gjøld.
Í stórum pørtum av Evropa og restini av vesturheiminum eru slíkar skipanir longu veruleiki. Har verður MVG ofta roknað beinleiðis í keypinum, og tollviðgerð fer fram smidliga í bakgrundini. Brúkarin merkir tað næstan ikki.
Spurningurin er tí einfaldur: Hví skulu føroyingar hava eina verri skipan?
Vit tosa nógv um at gera Føroyar meira altjóða, meira kappingarførar og meira opnar. Men so leingi vit hava skipanir, sum gera tað bæði truplari og nógv dýrari at keypa vørur úr útheiminum, arbeiða vit í veruleikanum ímóti okkara egnu áhugamálum.
Føroyar eru eitt lítið samfelag langt frá teimum stóru marknaðunum. Júst tí, er tað enn týdningarmiklari, at vit hava góðar og opnar møguleikar at keypa vørur frá útheiminum.
Hetta snýr seg ikki um luksus. Tað snýr seg um vanligar brúkarar, familjur og ung fólk, sum bara vilja keypa eina vøru á netinum - uttan at enda við einari rokning, sum er tví- ella trífaldað.
Tí eigur politiska skipanin nú at taka ábyrgd og rudda upp.
Lat okkum taka óneyðugar forðingar burtur.
Lat okkum gera skipanirnar einfaldari.
Og lat okkum gera tað lættari og bíligari at vera føroyingur.