Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri avmyndaði eftir fundin í Portugálinum tann 16. januar í ár, tá semja varð gjørd um Fjørðuvegin í Runavík | Mynd:

Tingfólk ónøgd við mismunin millum Runavík og Tórshavn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.03.2019 - 17:44 Leiðarin Mentan Politikkur Vinna

Í viðgerðini á Løgtingi í dag av málinum um innkomuvegir í sambandi við Eysturoyartunnilin snúði ein stórur partur av orðaskiftinum seg um, at munur verður gjørdur á tunnilsmunnanum eystaru og vestaru megin. Flestøll tingfólk, sum tóku orðið, vóru á einum máli um, at báðir tunnilsmunnarnir áttu at vera líka fyri lógini.

Skotið verður upp, at Landskassin og Tunnilsfelagið saman rinda fyri 85% av innkoyringarvegnum til Tórshavn, meðan Tórshavnar Kommuna einans skal gjalda 14,5% av kostnaðinum. Hinumegin Eysturoyartunnilin verður roynt at fáa ein munandi størri part roknaðan sum kommunalan veg, sum kommunan tí skal gjalda. Í lógaruppskotinum stendur ítøkiliga, at landskassans partur eystaru megin ikki kann fara upp um 35 milliónir krónur.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu hevur verið úti við skrivi, har hann finst hvassliga at sitandi Landsstýri fyri at favorisera høvuðsstaðarøkið, og nevnir m.a. stjórnarskifti sum neyðugt fyri at fáa málið aftur á beint. Tingmenn siteraðu dúgliga úr hesum skrivi á tingfundinum í dag.

Tingfólk úr Eysturoy fýltust á, at projektið bara var eitt skitsuprojekt og tí ikki búgvið at leggja fyri Løgtingið. Hetta eru somu atfinningar sum Fíggjarmálaráðið hevði í viðmerkingunum til lógina. Her verður eisini nevnt, at tær 35 milliónirnar ikki eru settar av í løguætlan landsins, og hetta samsvarar við tað sum borgarstjórin í Runavík rópar ein dekningsleysan kekk.

Sostatt var viðgerðin av málinum um Fjøruvegin í dag ein kollektiv áheitan á landsstýrismannin um at geva Runavíkar kommunu eins góð kor og Tórshavnar Kommuna hevur fingið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…