Lýsing

Hvat siga tøl so sum vekt og BMI, um heilsuna hjá tær?

SKRIVAÐ: Durita Poulsen  |  22.03.2019 - 14:49 Bloggur Tíðindi

Tey flestu hava nokk hoyrt um BMI. Fyri at máta hvar ein liggur á hesum skálanum, skal uppgevast hædd og vekt. Altso tvey tøl, uttan nakað annað fyrivarnið. BMI er ísakalt og leggur onki í hvussu nógv tú stríðist í tí dagliga, vødda/feitt samasetingina í kroppinum, hvar feittið er lagrað, og so víðari. Hædd og vekt, tað er tað. Og vektin er enn meir hardcore. Hon tekur bert útgangsstøði í einum talið. Er tað hetta tú letur vera stýrandi fyri um tú hevur ein góðan lívsstíl, ert góð/ur nokk ella ikki, nokk so les víðari.

 

Um tøl so sum vekt og BMI sleppa at vera mátistokkur fyri eydnu 

Vit eru uppvoksin við at vera sett í básar. Antin ert tú undir, normal ella yvir, á skálaðini. Onki undir í tí, tí soleiðis hava vit altíð lyndi til at einfalda eitt hvørt, og tískil hendir hetta; ‘’Eg skal bara tapa 2 kg afturat’’ ella ‘’eg skal tapa 20 kg, so eri á mínari idealvekt og eitt ’normalt BMI’’. Um tú leggur alt hetta pressið á nakað so eksternt sum eitt tal, uttan at taka fyrivarni fyri innanhýsis virði og kenslur, altso so sum hvussu tú hevur tað, hvat heilsa merkir fyri teg, um sjálvsuppfatanin er positiv ella negativ og annað, sum veruliga kann geva viðvarandi lukku, so er umráðandi at vera varhug/ur við, at talið á vektini fer ikki at geva hesa kensluna aleina. Vektin er eitt sera skroypiligt og óheldugt mát at brúkta sum mátistokkur, ið skal meta um, um tú ert normal, eydnusamur og hevur lukkast. 

Vit eru ikki robotstyrd menniskju sum kunnu fylgja restriktiónum, kostætlanum, avhaldni frá sukur og fastfood, hava føst lør, armar og rumpu, ganga niðan á háls 4 fer um vikuna og so viðari, restina av lívinum. Lívsfasurnar eru so ymiskar, og tískil er umráðani at intern virði sleppa frammat stýringina eisini. Heilsa, og tað at liva uttanfyri arbeiðstíð skal ikki blíva eitt annað arbeiðið, og sum skal føra til eitt meiri stressandi lív uppá longri sigt. Tað er livið ov stutt til. Men innsatsurin skal geva kensluna av vælveru.

 

Um vektin sleppur at vera síðuvinningurin

Fyri at fyribyrgja at hesi tølini og at onnur strong krøv ikki skulu allýsa tína lukku, og fram provokera meiri stressandi kenslur, er umráðandi at seta eitt positivt sjónareygað á ta tilgongdina sum viðførir vegin til ein sunnari lívstíl. Við bert at seta eitt tal sum meting fyri succes, hevur man hug at skilja kropp og sinn, men hetta má samanspæla - ikki skiljast.

Við at leggja eitt sindur av pressinum frá vektini, kann tað gagnast at hyggja eftir teimum innanhýsis viðrinum ein hevur. Við positivum hugsunarháttum kanst tú slappa meir av, tí krøvini til eydnu gerast ikki líka hørð og banal, men heilsan far meir dýpt og meining. Tað kann vera smáting; so sum at vera glað/ur fyri at gera nakað gott fyri kroppin tá man gongur ein túr ella venur, at glaðast um at ein betri vani er innbygdur í gerandisdegnum, at merkja vælveru við einum sunnari kosti, at loyva sær at nýta kakustykkið uttan ringa samvitsku, at viðurkenna at ein ikki fær broytt uppá alt man hevði ynskt sær. Tað krevur tíð til at flyta fokus frá vektini, um hon altíð hevur verið mátistokkurin, men at síggja heilsu sum annað enn vekt og tøl er umráðandi fyri lívskvalitetin og vælveru kensluna.

À hendan hátt uppbyggist eisini eitt sjálvsvirdi, sum viðførir at ein ikki allatíð skjótur seg niður og geva upp, um vektin ikki er farin so og so nógv niður síðani síðst. Heilt erligt, so burdi vektin kanska verið blakað út fyri at lata onnur heilsuvirðir sleppa frammat. Her liggur eisini tankin um, at góðtaka at tað finnast ikki quick fix til viðvarandi vekt tap, sjálvt um tað er ynskistøðan mong liva í. Hetta er væl skilligt, men her er tað aftur hugburðsbroyting sum skal til, viðvíkjandi hvussu vit meta okkara heilsu.  At tað gongur seint fyri seg, er faktiskt nógv betur fyri teg – kropp og sinn. Høvdið og kroppur far betur umstilla seg, og betri vanar kunnu innbyggjast, tí tú gert tað sum skal til hjá einum vana, nemliga at geva tí tíð. At arbeiða við at innbyggja vanar sum gagnar heilsuni, bædi tí fysisku og mentalu, er vegurin fram, um tú javnan stríðist við vektspurningum. Lat tað, um tú hevði vektina sum mál, heldur vera síðuvinningurin við einum betri lívsstíli, og brúka minnið vektina sum metingarstøði fyri succes.

 

Samla sæð gevur hetta útlit til betur viðvarandi úrslit, tí ein betri lívsstílur við tíðini gerst ein vani, og ikki ein stór verkætlan sum mest av øllum blívur til eitt hart krevjandi arbeiðið, sum ongantíð ella sjáldan kennist sum tað eydnast.  

 

 

Lýsing
Bloggarin
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Hvør bloggar
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Sólfinn Hansen
Cand.Mag. & bac.scient.pol.

Sólfinn Hansen er føddur í 1978 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann er upprunaliga úr Klaksvík, nú búsitandi á Kambsdali. Hann er útbúgvin cand.mag. í føroyskum og søgu og B.S.Sc. í stjórnmálafrøði. Hevur síðani 2003 undirvíst á studentaskúla, HF, handilsskúla, tekniskum skúla og á Fróðskaparsetrinum. Sólfinn er limur í Málráðnum.

Alexandra á Dul
Cand. Merc. í HRM & HA í heimspeki

Alexandra á Dul hevur eina HA í heimspeki og eina kandidatútbúgving í HRM frá Copenhagen Business School. Hon hevur búð í Keypmannahavn í 16 ár, og í tíðarskeiðnum 2012–2018 arbeiddi hon sum HR-partnari í eini miðalstórari heilivágsfyritøku. Summarið 2018 fluttu familjan og hon heim til Føroyar, og í dag búgva tey í Klaksvík, og hon starvast í Havn. Hon umsitur HR-pallin NOTION, sum m.a. er ein íblástrarkelda til HR-arbeiði í gerandisdegnum í Føroyum. Alexandra hevur serligan áhuga fyri HR og starvsfólkaviðurskiftum, og henni dámar væl at blogga um ymisk viðurskifti í gerandisdegnum.

Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
KÍ spælir neyvan lands­kappingardyst koma…
Dystirnir móti Luzern eru lagdir
Kom og takið synd í Fólka­flokkinum
Fyrsta venjingin á nýggja graslíkinum
Fyrsta standmynd í Føroyum av navngiv­nar…
Ein glaður Frits í Glæmuni
Klaksvík­ingar tóku Svangaskarð til sín
Norðoya Fólkafloks­felag er liðugt við sí…
Líðhamar góðan túr í dag
Fimm dystir á rað uttan tap í Europa kap…
So nógvar pengar fær KÍ fyri Europa Leag…
KÍ skrivaði søgu - Myndarrøð
Skarbalius: Uppiborið at KÍ fer víðari
Merkta grindin í Íslendskum sjógvi
Líðhamar roktúr norð­anfyri
Góð fótbóltslíkindi í kvøld.
Jóannis Erik Køtlum stillar upp fyri Tjó…
Snellan oyðir ongan fisk
Munur á býráðs­politikarum í Runavík og K…
Kristian Isaksen 90 ár