Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meira stýr á skermnýtslu

SKRIVAÐ: Magni Højgaard  |  22.03.2026 - 23:00 Politikkur

Hóast orðini hjá góða gamla kong Sálomon eru gomul, so eru tey tó framvegis sonn. Lær tú óvitan um vegin hann skal halda.

Tað er av alstórum týdningi, at vit varnast, at tað eru vit, sum í stóran mun leggja leiðina hjá okkara føgru børnum og ungum.

Staðfest verður, at annaðhvørt læra vit børnini vegin tey skulu halda, ella eru tað tær tiltiknu algoritmurnar, ið vísa vegin. Ikki at leiða tey, børnini, er eisini at leiða. Tað snýr seg ikki um at seta forboð, men meir um at taka ábyrgd.

Sambandsflokkurin hevur sett sær fyri, at seta forboð móti skíggjanýtslu í skúlunum. Sjálvandi skal ein góð loysn finnast fyri, hvussu hetta verður framt í verki.

Vit vilja og eiga at vera tey vaksnu, ið góvu børnunum skúladagin aftur. Børnini skulu hava bestu kor fyri trívast, læra og mennast.
Og sum tikið verður til: Tað ungur nemur, hann gamal fremur.

Samstundis sum vit seta okkum fyri at seta forboð móti skýggjanýtslu í skúlunum, er avgerandi at fólkaskúlin fær bestu kor. Fólkaskúlin er reiðrið, ið skal brynja tey ungu til tað, sum enn liggur í tí ókenda. Tryggir og góðir karmar eru avgerandi. Kontinuitetur somuleiðis. Tað er av alstórum týdningi, at øll børn blíva møtt, soleiðis sum júst tey hava tørv á at blíva møtt.
Tí hevur Sambandsflokkurin sett sær fyri at avtaka vetrarferiuna og geva læraranum fleiri tímar til næmingin. Hetta m.a. við at styrkja tvílæraraskipanina og mest møguligt halda fast um floksmarkið á 22 næmingar.

Á henda hátt kunnu vit vera við til, at næmingurin verður møttur og lærarin fær betri sømdir og gleði í gerninginum.

X við Magna Højgaard

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kærleikans Vallaraheim er nú tøk á stroy…
Megnar SÍ at steðga sjey ára longu sigur…
Eldrahugni í Betesda
Tey heimleysu
Fólka­flokku­rin vil hava gongd aftur á ol…
Hvar er veruliga tjóðarsemjan?
Ein burðardyggur landbúnaðar­politikkur
Sambands­flokku­rin hevur greiðasta fólkat…
Tú má arva tín hjúnafelaga - Lívrentan e…
Omma og abbi mín vóru ikki tvær byrðar.…
Sjúrður Skaale verður greiður toppskjútt…
188 fólk fleiri valdu enn í 2022
Javnstøða má eisini fevna um dreingir, m…
Meðan vit bíða
VELJIÐ LISTA A TIL FÓLKA­TINGSVALIÐ!
Vinnan er loysnin á bústaðar­trupulleikan…
Skjóta viðgerð og hjálp
Familjulív, skúlalív, felagslív, vinnulí…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Nú javnar valluttøkan seg