Lýsing
Lýsing
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar frá smáum, inniligum konsertum, til stórar, orkufullar framførslur.
Skráin sær soleiðis út:
- Anna Lovisa Mýri Í Mikladals kirkju mánadagin 6. apríl kl. 16.30
- Klaksvíkar Hornorkestur í Viðareiðis kirkju týsdagin 7. apríl kl. 20.00
- Rani Nolsøe í Árnafjarðar kirkju mikudagin 8. apríl kl. 19.00
- Klaksvíkar Mandskór í Uppistovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík hósdagin 9. apríl kl 19.30
- Klaksvíkar Mandskór í Niðristovu á Norðoya Røktarheimi í Klaksvík hósdagin 9. apríl kl 20.00
- Jógvan Andrias Joensen Í Kunoyar kirkju hósdagin 9. apríl kl 20.00
- Eyðun Nolsøe í Biskupsstøðgarðinum fríggjadagin 10. apríl kl. 20.00 – bókað borð frá kl 19.00 á bsg.fo
- Hans Hjalte Skaale stovukonsert Undir Rókini 10 í Hvannasundi fríggjakvøldið 10. apríl kl. 20.00
- Heiðurskonsert Tey á Kamarinum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl kl 19.00 og kl 21.30
Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva – í kirkjum, á ellisheimum, á matstovum, ja í hølum kring Norðoyggjar.
Vikan endar við tveimum heiðurskonsertum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan
Seinastu tíðindini