Lýsing
Lýsing
Eldrahugni í Betesda
Fríggjadagin 27.03.2026 kl. 15.00 verður eldrahugni í Betesda.
Árni Joensen fer at hugleiða og greiða frá ymiskum í sínum lívi. Árni er ættaður úr Oyndafirði og er systursonur Andreas Marknagil, sum flestu Klaksvíkingar kendu.
Árni førdi í síni tíð rækjutrolarin “Karinu” sum Trúgvi Laksafoss átti. Eisini arbeiddi hann á Føroya Fiskasølu í fleiri ár. Vit fara møguliga at hoyra onkran syngja fyri okkum, umframt felagssang.
Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Seinastu tíðindini